Hondbóltur

Yvirlit: Hesi umboða Føroyar til EM-endaspælið í Sveis

Mikumorgunin fer hópurin, sum telur 18 spælarar, umframt venjara- og leiðaratoymi við fimm fólkum úr Føroyum. Sí yvirlit yvir spælarar og tey rundanum tær her.

Føroyska kvinnulandsliðið hevur søguligar dystir á skránni seinni í vikuni (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Føroyska kvinnulandsliðið hevur søguligar dystir á skránni seinni í vikuni (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2024-11-25 11:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 29. november klokkan 17 spæla Føroyar søguligan dyst móti Sveis - í Sveis. Tá verður fyrsti endaspælsdystur nakrantíð hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum, sum ikki av álvara fór at royna seg í undankappingum aftur fyrr enn í 2017.

Nú er í stóran mun talan um nýtt ættarlið, tó at Bjarta Johansen, Turið Arge Samuelsen, Brynja Høj og Pernille Brandenborg hava verið við størsta partin av vegnum.

Miðalaldurin á EM-hópinum er 23,1. Hetta er ógvuliga lágt fyri eitt lið, sum skal spæla í slíkum endaspæli.

18 spælarar skulu við flogfarinum til Basel mikumorgunin. Beint yvir helmingurin - tíggju - spæla til dagliga uttanlands. Allar hesar spæla í Danmark.

Her er yvirlit yvir føroyska EM-hópin, umframt venjarar og leiðarar tess:


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder