Fótbóltur

Frakland, Spania og Svøríki vera mótstøðuliðini í EM-endaspælinum

Torført er at meta um bólkarnar, tá hetta er fyrsta veruliga altjóða kapping hjá hesum aldursbólkinum, men U18-manslandsliðið skal í august spæla ímóti tjóðum, ið vanliga eru millum tær allarfremstu í manshondbólti.

Óli Mittún, ið hevur gjørt vart við seg í vaksnamannahondbólti í vetur, og sum helst skal við U20 til EM eisini, er lyklaleikari á U18-landsliðnum

Óli Mittún, ið hevur gjørt vart við seg í vaksnamannahondbólti í vetur, og sum helst skal við U20 til EM eisini, er lyklaleikari á U18-landsliðnum

2022-02-24 12:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U18-menninir fingu eitt á pappírinum ógvuliga torført lutakast til EM-endaspælið, sum verður í august.

Hetta skrivar Hondbóltssambandið, eftir at tað í dag er vorið greitt, at Føroyar komu í bólk saman við Spania, Svøríki og Fraklandi.

- Tað er torført at meta um bólkarnar, tá hetta er fyrsta veruliga altjóða kapping hjá hesum aldursbólkinum, men talan er tó um tjóðir, sum vanliga gera seg galdandi í topp-4 til EM- og HM-endaspøl.

Í síðsta mánaði spældu A-landsliðini hjá Svøríki og Spania EM-finalu í Ungarn, og Fraklandi endaði á 4. plássi. Spurningurin er so, hvussu ungu føroysku menninir standa seg ímóti ungum leikarum úr hesum stóru hondbóltstjóðunum.

Hetta fæst svar uppá í fyrru hálvu í august, tá EM verður í høvuðstaðnum í Montenegro, Podgorcia. Farið verður í gongd 4. august.

Føroyska U18-landsliðið, ið er mannað við 2004 og 2005-árgangunum, hevur spælt tveir altjóða dystir. Teir vóru á heimavølli móti Noreg, ið eisini er við til endaspælið. Hetta var 4. – og 6. november í fjør - Føroyar vunnu báðar við trimum málum

Bólkarnir til EM-endaspælið:
Bólkur A: Týskland, Ísland, Ungarn, Pólland
Bólkur B: Kroatia, Portugal, Italia, Montenegro
Bólkur C: Slovenia, Danmark, Noreg, Serbia
Bólkur D: Spania, Svøríki, Frakland, Føroyar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder