
Nú nærkast av álvara, til hondbóltskappingarárið 2025/2026 byrjar - í Føroyum og uttanlands.
Summir spælarar, sum vanliga eru á ella kring føroyska manslandsliðnum, hava skift felag. Mest merkisvert er, at Óli Mittún nú skal spæla við GOG.
Sí eisini: Óli og Hákun verða at síggja í Champions League í heyst
Pauli Jacobsen flutti upp saman við HØJ síðsta kappingarár, og harvið vera tveir føroyskir landsliðsprofilar í fremstu donsku deildini, sum byrjar í næstu viku.
Spurningurin er so, um ein triði føroyskur landsliðsspælari eisini verður at síggja har.
Teis ikki kunngjørdur enn
Seinastu tvey árini hevur Teis Horn Rasmussen spælt við Århus Håndbold í næstbestu donsku deildini. Eftir eitt flott EM-endaspæl í 2024 var áhugi fyri sterka føroyska strikuspælaranum í Týsklandi, men felagið, har Peter Bredsdorff-Larsen er partur av leiðsluni, kravdi ov nógvan pening fyri Teis.
Århus spældi um uppflyting undan summarsteðginum man tapti fyri Skive. Tá tóktiskt tað vera púra greitt, at Teis Horn Rasmussen skuldi víðari.
Tá lá eisini í kortunum, men í løtuni heldur Teis seg í gongd í júst Århus.
Sambært keldum hjá Portalinum er tó enn samband millum føroyingin og í øllum førum okkurt felag í bestu donsku deildini.
Søgur hava gingið um millum annað Ribe-Esbjerg og Skjern - eisini millum donsk miðlafólk. Sum skilst liggur kanska onkur møguleiki eisini uttanfyri donsku landamørkini.
Føroyar spæla EM-endaspæl aftur í januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald