Hondbóltur

Óli Mittún verður at síggja í Champions League í heyst

GOG fekk annað danska plássið - Óli og teir eru í bólki B, meðan Hákun West av Teigum og Füchse Berlin eru í bólki A. Fyri fyrstu ferð vera tveir føroyingar við í fremstu evropeisku kappingini.

Óli Mittún var fyri tað mesta flúgvandi til U21 HM-endaspælið - um nakrar mánaðir skal 20-ára gamli føroyingurin spæla í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún var fyri tað mesta flúgvandi til U21 HM-endaspælið - um nakrar mánaðir skal 20-ára gamli føroyingurin spæla í Champions League (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-08 11:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2023/2024 var Elias Ellefsen á Skipagøtu við THW Kiel allan vegin til Final Four. Hetta var fyrstu ferð, at ein føroyskur hondbóltsspælari spældi í Champions League, og Elias endaði við einari bronsu.

Tað gjørdi Óli Mittún eisini herfyri - við U21-landsliðnum. Hetta sum mest virðismikli spælarin, umframt toppskjútti, í allari kappingini og á tí fyrsta føroyska hondbóltslandsliðnum at vinna heiðursmerki í einum HM ella EM-endaspæli. Skjótt skal Óli royna nakað annað nýtt fyri seg.

Sí eisini: Óli Mittún mest virðismikli spælarin og toppskjútti í HM-endaspælinum

Omanfyrinevnda systkinabarnið var kosin mest virðismikli spælari, tá føroyska U17-landsliðið í 2019 vann stóra kapping. Hákun West av Teigum vað valdur til besta høgra vong í European Open, og í juni royndi Hákun nakað, sum eingin annar føroyingur hevur roynt: At spæla eina Champions League-finalu.

Sí eisini: Hákun West av Teigum millum toppskjúttarnar í Champions League-finaluni

[object Object]
Hákun gjørdi bart fyri Füchse í Champions League júst faran kappingarár (Mynd: EPA)

Føroyski høgri vongurin hevði sjálvur eitt frálíkt Final Four - og serliga í finaluni skein hann við sjey málum. Füchse tapti finaluna, men eina viku frammundan hevði liðið tryggjað sær týska meistaraheitið, so plássið í Champions League 2025/2026 er uppá pláss hjá Hákuni og teimum.

Tveir føroyingar við - í hvør sínum bólki

Tað er nú endaliga greitt, at tað fyri fyrstu ferð vera tveir føroyingar við í einum Champions League-kappingarári. 

GOG endaði nummar tvey í danska grundspælinum. Aalborg fór beinleiðis í Champions League við sínum DM. So var leingi ivamál um, hvør hevði rættin at søkja um eitt møguligt pláss nummar tvey úr Danmark - ja, Champions League-skipanin í hondbólti er heldur løgin.

Trupulleikin í Danmark er tó, at har er stóri ivi nú sáddur um reglugerðina: Er tað tvey'arin úr grundspælinum ella taparin í DM-finaluni sum kann sleppa við. GOG endaði nummar tvey í grundspælinum men tapti seinni hálvfinaluna fyri Skjern. Hóast Skjern tapti finalurøðina móti Aalborg, vónaðu teir í Vestjútlandi, at Champions League var ein møguleiki hjá teimum. Eftir nógvan iva og klagu staðfesti Dansk Håndbold tó, at GOG hevði rættin.

Hetta er gott fyri Óla Mittún, sum nú skiftir úr Sävehof til felagið á Fjóni. GOG fekk Champions League-plássið frá EHF og skal í heyst og vetur møta stórum liðum sum Barcelona og Champions League-meistarunum úr Magdeburg. Hetta verða spennandi royndir hjá unga føroyska úrmælinginum.

[object Object]
Bólkarnir (Mynd: EHF Champions League)

Hákun West av Teigum og teir eru í hinum bólkinum - og eru eisini favorittar at vinna hann.

Tvey tey fremstu liðini úr hvørjum bólki koma beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar. Liðini sum enda millum 3. og 6. plássi skulu spæla play-off dystir.

Harvið kunnu Óli og Hákun ikki renna í hvønn annan fyrren út móti vári 2026. 

Sambært summum søgum kann hin spælarin, sum er nevndur her, eisini enda við at spæla í Champions League í 2025/2026. Serliga eru tað nakrir danskir miðlar, sum seta Elias Ellefsen á Skipagøtu í samband við eitt skifti til GOG.

Føroyski spælskiparin hevur annars sáttmála við Kiel, men fyri einum mánaði síðani vildi serliga hbold.dk vera við, at Elias skuldi avloysa Tobias Grøndahl í GOG. Søgan er kølnað nakað síðani. Miðilin Kieler Nachtrichten hevur skrivað, at THW Kiel hevur sagt nei til eitt boð hjá GOG fyri føroyingin. Sum skilst er mest sannlíkt, at einki hendir framhaldandi í hesum. 

Champions League-bólkarnir
Bólkur A: 
Füchse Berlin, Aalborg Håndbold, Industria Kielce, Vezprem, HBC Nantes, Sporting CP, Dinamo Bukarest og Kolstad

Bólkur B: GOG, Wisla Plock, Barcelona, PSG, SC Magdeburg, Pick Szeged, Dinamo Zagreb, Eurofarm Pellister

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder