
Føroysku U21-menninir hava fingið eina frálíka byrjan uppá undankappingina til EM 2027.
Níggju stig í trimum teimum fyrstu dystum er óhoyrt í júst slíkum undankappingum. Sigrarnir móti Estlandi, í Íslandi og í Luksemborg vóru flottir á hvør sín hátt.
Sí eisini: Níggju stig av níggju gjørligum: U21 gjørdi tað aftur
Stórur fagnaður eftir sigurin í Luksemborg - tann triðja av trimum hjá U21 í ár
Nú bíðar størsta avbjóðingin higartil. Fyrsti partur av undankappingini er heldur løgin settur saman, og Frakland hevur ikki spælt nakran dyst enn. Talan er tó um hægst styrkismetta liðið í bólkinum.
Meðan føroysku spælararnir síðsta vikuskifti spældu í Betrideildini - onkur í 1. deild - ella í til dømis næstbestu deildunum í Skandinavia, so skoraðu spælarar hjá Fraklandi í Premier League (Lesley Ugochukwu, Burnley FC, og Mathys Tel, Tottenham Hotspur) ella hildu málið reint har (Leny Yoro, Manchester United) Aðrir spældu í bestu fronsku deildini og í Bundesliguni.
Ikki tí; ungu føroysku spælararnir gera tað væl ymsastaðni, men har er ein munur á, um man hyggur hvar ungu fraklendingarnir gera vart við seg.
Omanfyri nevndi Yoro spældi Conference League-dyst fyri Lille á Tórsvølli. Tað gjørdi tá blaðungi miðvallarin Ayyoub Bouaddi eisini. Báðir koma aftur til Føroya í vikuni. Leny Yoro er nú Manchester United spælari. Felagið keypti hann á sumri 2024 fyri umleið 460 milliónir krónur.
Warren Zaïre Emery gjørdist Champions Leage-vinnari við PSG í summar. Hann verður eisini við í ferðalagið.
Franski hópurin, sum kemur til Føroya í vikuni:
Málverjar
Ewen Jaouen, Stade de Reims
Guillaume Restes, Toulouse FC
Robin Risser, RC Lens
Verjuspælarar
Jaydee Canvot, Crystal Palace
Jérémy Jacquet, Stade Rennais FC
Thérence Koudou, KV Malines
Saël Kumbedi, VfL Wolfsburg
Dayann Methalie, Toulouse FC
Leny Yoro, Manchester United
Miðvallarar
Valentin Atangana, Al, Ahli FC
Ayyoub Bouaddi, LOSC Lille
Djaoui Cissé, Stade Rennais FC
Kevin Danois, AJ Auxerre
Louis Leroux, FC Nantes
Lesley Ugochukwu, Burnley FC
Warren Zaïre Emery, Paris SG
Framherjar
Jean Mattéo Bahoya, Eintracht Frankfurt
Noah Edjouma, Toulouse FC
Eli Junior Kroupi, AFC Bournemouth
Senny Mayulu, Paris SG
Mohamed Kader Meite, Stade Rennais FC
Wilson Odobert, Tottenham Hotspur
Mathys Tel, Tottenham Hotspur
Dysturin við Djúpumýru byrjar klokkan 17 fríggjadagin 10. oktober. Atgongumerki kunnu keypast her
Føroyar og Frakland hittust í U21-høpi í 2021 og 2022. Føroyar taptu útidystin 2-0, men í Føroyum endaði tað við skelkandi útslitinum 1-1. So Føroyar hava gjørt tað fyrr móti fronsku risafavorittunum.
---------------------------------------------------
U21-landsliðið hjá Føroyum til EM-undandystirnar móti Fraklandi og Sveis
Málverjar:
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Verjuspælarar
Aron Reinert Hansen, B68 Toftir
Jákup Vilhelmsen, B68 Toftir
Jónas Prior, 07 Vestur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Bjarti Thorleifsson, Skála ÍF
Torkil Úlvur Holm, TB Tvøroyri
Miðvallarspælarar
Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
Mattias Hellisdal, Västerås SK (Svøríki)
Árni Nóa Atlason, Egersunds IK (Noreg)
Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
Heini Fossdalsá Sørensen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg)
Álopsspælarar
Jóhan Josephsen, B68 Toftir *
Aron Benjaminsen, Kristiansund BK (Noreg)
Dávid Reynheim, Torino (ITA)
* Tobias Hansen var við ístaðin fyri Jóhan Josephsen (leikbann) í Luksemborg og kom á vøllin
Talan verður um stórar og spennandi uppgávur hjá føroyska oddaliðnum í oktober, tá hægst styrkismetta og næsthægst styrkisemetta liðið í bólkinum koma á vitjan.
4. og 5. umfar í EM-undankappingini:
10. oktober: Føroyar – Frankaríki (á Djúpumýru)
14. oktober: Føroyar - Sveis (á Tórsvølli)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald