Tað eydnaðist ikki at manna nevnd til aðalfund Neistans herfyri, men eftir eykaaðalfundin í gjár bragdaði.
Neistin skrivar á Facebook-síðu sínari, at nýggja nevndin kom uppá pláss eftir eykaaðalfundin.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Fríði Magnussen, formaður
Sylvia Berg Johansen, næstforskvinna
Harald Joensen, kassameistari
Liljan Weihe, skrivari
Helena Dam á Neystabø, nevndarlimur
Tiltakslimir eru Marjun Danberg og Tróndur Kragesteen.
Tey síðstnevndu eru heilt kend fólk í felagnum, og onnur í nevndini hava nógvar ymiskar royndir.
Formaðurin er tann yngsti persónurin. 23-ára gamli havnarmaðurin Fríði Magnussen er nú í ovasta sessinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald