 
                
                        
Hjá føroysku kvinnunum ræður nú um at gloyma handan dystin, og síggja fram ímóti næstu uppgávu, sum verður á útivølli móti Ungarn fríggjadagin 8. apríl komandi ár.
Tað sigur heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum eftir stórtapið í gjárkvøldið á La Cartuja de Sevilla leikvøllinum í Suðurspania.
Sponsku vertirnir vístu ræðandi styrki, og vunnu 12-0, eftir 5-0 leiðslu í hálvleikinum.
Tað sást beinanvegin, at spanska kvinnulandsliðið telist millum tey bestu í heiminum, og í verandi løtu eru tær nummar 10 á styrkislistanum hjá FIFA.
Kvinnulandsdysturin móti Spania hóskvøldið var samstundis seinasti landsdystur við føroyskari luttøku í hesum árinum.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/11/25/gallery-thumbnail/1637877934yocafeiwce.png)
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald