Fótbóltur

FSF: Kvinnulandsliðið skipar fyri venjing fyri børnum

Næsta mikudag, í samband við at A-landsliðið við kvinnum er savnað til seinastu dystirnar í HM-undankappingini, kunnu U9 gentur og dreingir koma til eina stuttliga fótbóltsvenjing á Tórsvølli..

Ásla Johannesen og Heidi Sevdal til landsliðsvenjing á Tórsvølli.  – Tað er altíð stuttligt at samlast við landsliðnum, og vit eru eisini eyka glaðar fyri, at vit hesaferð kunnu brúka eina løtu á vøllinum saman við fótbóltsglaðum børnum, sigur Heidi Sevdal (Savnsmynd - FSF)

Ásla Johannesen og Heidi Sevdal til landsliðsvenjing á Tórsvølli.  – Tað er altíð stuttligt at samlast við landsliðnum, og vit eru eisini eyka glaðar fyri, at vit hesaferð kunnu brúka eina løtu á vøllinum saman við fótbóltsglaðum børnum, sigur Heidi Sevdal (Savnsmynd - FSF)

2022-08-24 08:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vit eru glað fyri stuðulin á áskoðaraplássunum, og við at skipa fyri venjing fyri U9 børnum, so vóna at vit at knýta enn tættari samband við tey, sum í veruleikanum eru framtíðin í føroyskum fótbólti. Tað gleða vit okkum ótrúliga nógv til, og vit vóna, at nógv lið koma til venjingina.

Soleiðis sigur Heidi Sevdal við fsf.fo. Royndi landsliðsleikarin skipar saman við liðfeløgunum fyri venjing fyri U9-børnum næsta mikudag.

Hetta er í samband við, a A-landsliðið við kvinnum í næstu viku verður savnað til teir báðar seinastu dystirnar í hesari HM undankappingini.

- Í tí sambandi vilja landsliðsspælararnir fegnir bjóða U9 gentum og dreingjum á Tórsvøll til eina stuttliga fótbóltsvenjing. Eftir eitt drúgt tíðarskeið við sosialum avmarkingum í samband við landsdystir gleða spælararnir seg til aftur at kunna vera við til slík tiltøk, sigur Heidi Sevdal.

[object Object]
Mynd: Olena Goffe

U9 venjingin, sum landsliðsspælararnir fara at standa fyri, verður á Tórsvølli mikudagin 31. august kl. 16-17, upplýsir Fótbóltssamband Føroya. Tiltakið er ókeypis og opið fyri øllum U9 liðum, men neyðugt er við tilmelding á [email protected], har felag og tal av leikarum verður upplýst, áðrenn sunnudag in 28. august.

Landsliðið spælir fríggjakvøldið 2. september klokkan 18.00 móti Ukraina, og týskvøldið 6. september kemur Skotland á vitjan. Báðir dystirnir verða spældir á Tórsvølli, og til ber at ogna sær atgongumerki á atgongumerki.fo, har tað eisini ber til at melda seg til fjepparatiltakið í samband við fyrra dystin.

Les eisini: FSF bjóðar til fjepparatiltak í sambandi við dystin móti Ukraina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder