placeholder
Fótbóltur

FSF var vertur fyri Norðurlandafundi

- Kjakið um norðurlendska samstarvið var týdningarmikið og uppbyggjandi, og tað hevur ómetaliga stóran týdning at vit standa saman, sigur Christian Andreasen.

Í alt vóru 70 luttakarar við til fundin, sum varð hildin á Hotel Føroyum og á Tórsvølli (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Í alt vóru 70 luttakarar við til fundin, sum varð hildin á Hotel Føroyum og á Tórsvølli (Mynd: Hans Erik Danielsen)

2023-05-17 19:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fótbóltssamband Føroya var um vikuskiftið vertur fyri stóra árliga Norðurlandafundinum, har umboð fyri øll tey norðurlendsku fótbóltssambondini taka lut. Í alt vóru 70 luttakarar við til fundin, sum varð hildin á Hotel Føroyum og á Tórsvølli.

– Tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri Norðurlond, og fyri styrkina hjá Norðurlondum í aljóða samanhangi, at vit standa saman. Hesir árligu fundirnir, har vit saman viðgera viðkomandi og mangan trupul mál, eru grundarlagið fyri okkara norðurlendska samstarvi, sigur forsetin í Fótbóltssambandi Føroya, Christian Andreasen við heimasíðuna hjá FSF.

Millum málini, ið vórðu viðgjørd á fundinum, var norðurlendska samstarvið í framtíðini, og komandi ES forboðið av sølu av gummiífyllu til graslíkisvallir.

– Fundurin í ár var ógvuliga gevandi. Kjakið um norðurlendska samstarvið var týdningarmikið og uppbyggjandi. Sjálvur eri eg eisini serliga fegin um, at vit fingu bjóðað gestum okkara til ein tíma við heilsufótbólti leygarmorgunin, har fótbóltsspælið og samvera eru í hásæti, sigur Christian Andreasen at enda.

Í 2024 verður danska fótbóltssambandið vertur fyri Norðurlandafundinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder