Fótbóltur

FSF Varpið: Sera sterk mótstøða bíðar Føroyum í EM-undankappingini

- Frakland og Danmark eru í topp-fimm í Evropa. Hetta sigur Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari. U19-landsliðið hevur tó fyrireika seg væl; fyrst heima í Føroyum og síðani í Køge seinastu dagarnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-11-12 20:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í morgin fáa føroysku U19-dreingirnir veruliga roynt seg, tá Frakland er mótsstøðuliðið á Køge Stadion.

Les eisini: U19 fyrireikar seg eisini í Danmark

Føroysku dreingirnir høvdu fyrrparin sína seinastu venjing undan fyrsta dystinum í undankappingini. Har fekk FSF Varpið orðið á Jógvan Martin Olsen, ið stendur á odda fyri liðnum. 

Hoyr samrøðuna omanfyri 

Føroyska U19-landsliðið er uttan tveir av leikarunum, ið annars høvdu verið profilar: Hanus Sørensen (FC Midjylland - upprunaliga HB) og Óli Eyðsteinsson Poulsen eru báðir skaddir. 



Hópurin:

Bjarti Vitalis Mørk, HB (AB)

Peter Bergman Hansen, OB (Danmark)

Andreas Jansson Thomsen, B36

Jóhann Hansson Joensen, B36

Børge Petersen, KÍ

Jonn Johannesen, KÍ

Símun Sólheim, HB

Dánjal Reginsson, HB

Tórur Franksson Joensen, HB

Ári Arge, OB (Danmark)

Leivur Fossdal Guttesen, SønderjyskE (Danmark)

Alexander Ólavsson Jensen, B68

Bárður Ólavsson Jensen, B68

Meinhard Debes Geyti, NSÍ

Gundur Ellingsgaard Petersen, ÍF

Noah Hans Mneney, Víkingur

Aron Jarnskor, Vìkingur

Elias El Moustage, Thisted (Danmark)


Skráin: 

Mikudagin 13. november, kl.14.30: Frakland – Føroyar (Køge Stadion)

Leygardagin 16. november, kl.18.00: Danmark – Føroyar, (Køge Stadion)

Týdagin 19. november, kl.14:00 Føroyar – Finnland (Frederiksberg Idrætspark)

 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder