Føroyska U21-landsliðið spælir hósdagin fyrsta dystin í undankappingini til EM 2021. Hópurin kom saman seinnapartin mánadagin, har venjing beinanvegin var á skránni.
Í dag vandi liðið aftur, og undan venjingini fekk FSF Varpið orðið á Eli Hentze, U21-landsliðsvenjara.
Les eisini: U21: Misjøvn úrtøka í byrjanardystum
Hann segði millum annað, at avboð kunna koma fyri, men at allir mans ið eru saman eru tøkir og til reiðar til uppgávuna. Viðvíkjandi mótstøðuliðnum segði sandoyingurin, at tað sær út sum eitt typiskt eystureuropeiskt lið, har leikararnir eru tekniskt væl fyri, men har nakrir veikleikar eru í verjukenda spælinum. Eli legði dent á, at føroyingar ikki mugu leypa framav, men landsliðsvenjarin slær fast, at teir ætla sær stig hósdagin. Hoyr samrøðuna omanfyri.
Les eisini: Økslin hjá Peturi forðrar fyri landsdysti
U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Kasakstan verður á Svangaskarði á Toftum hósdagin 6. juni klokkan 17. Fótbóltssambandið upplýsir, at ókeypis atgongd er til dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald