Fótbóltur

Fylkjast um føroyska U21-landsliðið

Sambært FSF verður tað fullsett í Klaksvík í kvøld, tá oddaliðið í undankappingarbólkinum tekur ímóti Kroatia. Upphiting verður eisini - Televarpið vísir dystin.

Føroyska U21-landsliðið tekur ímóti Kroatia í sínum triðja dysti í ár og fjórða dysti í Klaksvík í søguni. Har hevur liðið ongantíð tapt (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska U21-landsliðið tekur ímóti Kroatia í sínum triðja dysti í ár og fjórða dysti í Klaksvík í søguni. Har hevur liðið ongantíð tapt (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-12 14:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin vunnu Føroyar óvæntað á útivølli móti Hvítarusslandi, og í løtuni er okkara U21-landslið á odda í sínum undankappingarbólki.

Tað verður tí spennandi at síggja Jørgen Nielsen og hinar á Djúpumýru í kvøld, og sambært FSF verður tað fullsett og harvið umleið 1.300 fólk til staðar klokkan 18:

- U21 dreingirnir eru spentir og uppsettir til dystin móti Kroatia í kvøld, og líkt er til, at tað sama ger seg galdandi fyri áskoðarar. Tað er nevniliga útselt til dystin, og tí verður ikki møguleiki at keypa atgongumerki við dyrnar, men væntandi verður góður stemningur kring vøllin.

Hetta skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðu sínari, har tað eisini verður boðað frá, at upphiting verður Í KÍ-høllini millum klokkan 16 og 17.30. Har verður øguleiki at eitt nú at royna ymisk fótbóltsspøl og hoppiborgir, umframt at andlitsmáling og tónleikur eru á skránni. Til ber eisini at vinna eina landsliðsblusu, og landsliðsleikarar koma at skriva autografar.

Til U21-landsdystir verða atgongumerki eisini givin til skúlabørn og feløg, so tað er ikki vist, men tað tykiskt sum áhugin fyri hesin dystinum er stórur. Kroatia er favorittur á pappírinum, men góðar vónir eru í føroysku leguni, har teir seinastu dagarnar hava hvílt og fyrireika seg.

Sí video - gjørd í samband við føroysku venjingina í gjár: 
Atli Gregersen: - Tað mest umráðandi er at njóta hetta
Signar á Brúnni: - Tað er bara at taka av tá man fær møguleikan


Portalurin verður til staðar.

U21 EM-undankapping, bólkur G
Í kvøld. Týsdagin 12.09, við Djúpumýru
18.00: Føroyar - Kroatia

Televarpið vísir dystin, og FM1 sigur frá, 

Støðan (FaroeSoccer):

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder