Tað var ikki nøgd í føroysku leguni eftir 2-2 javnleikin móti Andorra í 1. umfari, hóast okkara U21-menn javnaðu seint í dystinum í Klaksvík.
Tá var munandi betri lag eftir 3-2 sigurin móti Hvítarusslandi hósdagin. Tá skoraði Jørgen Nielsen hattrikk.
19-ára gamli áleyparin hevur nú skorað fýra mál í tveimum dystum í hesari EM-undankappingini, og Føroyar hava fýra stig fyri tveir dystir.
Sí eisini: Jørgen: Ikki gingið heilt upp fyri mær en
Hetta merkir, at Føroyar eru á odda í bólkinum. Tó hava Portugal og Grikkaland bert spælt ein dyst, og Kroatia hevur als ikki spælt enn. Av hesari orsøk hevur verið torført við video og øðrum, men Eyðun Klakstein og toymi vita, at kroatar eru sterkir, og seinastu dagarnir hevur man roynt at fyrireika seg til í kvøld.
Sí video - gjørd í samband við føroysku venjingina í gjár:
Atli Gregersen: - Tað mest umráðandi er at njóta hetta
Signar á Brúnni: - Tað er bara at taka av tá man fær møguleikan
Kroatia er eisini favorttur hjá veddingarfyritøkunum - ein stórur favorittur. Manslandsliðið hevur vunnið HM-heiðursmerki tvey HM á rað, og U21 (eldru árgangirnar) var til EM fyrr í ár.
Hjá føroyska liðnum snýr tað seg tó um at gera sítt og at vera strævið at spæla ímóti. Á heimavølli kann helst alt henda. U21-landsliðið hevur ikki tapt í Klaksvík - tríggjar javnleikir í trimum dystum - og eigur nógv stór úrslit seinastu árini.
U21 EM-undankapping, bólkur G
Í kvøld. Týsdagin 12.09, við Djúpumýru
18.00: Føroyar - Kroatia
Atgongumerki fáast her - Sambært upplýsingum hjá FSF vóru ikki nógv eftir seinnapartin í gjár.
Televarpið vísir dystin, FM1 sigur frá, og Portalurin verður til staðar.
Støðan (FaroeSoccer):
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald