Umfarið, sum varð útsett vegna kulda og kava í mars, fór av bakkastokki í gjárkvøldið í Gundadali. Har fingu HB og Víkingur eitt stig hvør, og var tað meira teir í Víkinga-leguni, ið kundu vera nøgdir við avrikið.
Les eisini:
Ein ávis ónøgd í Gundadali
Bergur Gregersen: - Tað manglar tað síðsta hjá okkum
Viljormur Davidsen: - Skulu læra at vera meiri tolnir
Myndir frá dystinum
Úrslitið var heldur ikki so galið fyri KÍ og B36, ið kappast við serliga HB í løtuni. Tey bæði liðini, ið spældu steypadyst leygarkvøldið, eru favorittar á útivølli í kvøld. B68 og EB/Streymur kunnu helst bjóða væl av - serliga um B36 og KÍ ikki raka sítt støði. Hjá B36 snýr tað seg um at byggja uppá, meðan liðið hjá Magne Hoseth skal reisa seg á Svangaskarði.
B36 var omaná móti KÍ í áttandapartsfinaluni leygarkvøldið. Nú skulu liðini í eldin aftur í Betrideildini - breiddin hjá B36 kann koma til sín rætt móti EB/Streymi (Mynd: Sverri Egholm)
Eitt lítið sindur av ivamálið hevur verið um dystin á Eiði í dag - soleiðis sá út í Hólmanum fyrrapartin (Innsent)
Nú sær tó væl frægari út. Byrjað verður klokkan 17 á Eiði, og aftaná er stórskíggjatiltak í húsinum.
07 Vestur vitjar á Argjum. Bæði liðini komu víðari í steypakappingini leygardagin, mem tað var á heilt ymiskan hátt. Eitt heldur skert 07 Vestur-lið stríddi seg til góðan 2-0 sigur í Fuglafirði, har Uros fekk gongd á málskjótingina aftur og ungir menn vístu seg væl fram. AB fekk sítt fyrsta mál í ár, men tað var við brotssparki í yvirtíðini móti 2. deildarliðnum FC Suðuroy. Nú er trýst á AB at vinna sær stig.
Fyrsti dysturin í dag byrjar longu klokkan 16.30. Hann er við Stóra, har uppflytararnir spæla. ÍF og TB hava fingið meira enn góðkenda byrjan uppá kappingarárið men fóru út úr steypakappingini eftir tap á heimavøll. Tað kostaði eisini TB leikbann - Chris Jastrzembski og Jens Erik Bruhn fingu reyð kort - og hetta kann ávirka í spennandi dystinum í dag.
Nakað sum ávirkar eitt sindur í kvøld er hondbólturin. Tíbetur liggur bert ein dystur, meðan landsdysturin á Hálsi koyrir. Tað er tann á Toftum. Á Eiði verður skipað fyri stórskíggjatiltakið eftir fótbóltsdystin. Til ber framvegis at fylgja við øllum dystunum á forsíðu okkara í samstarvi við dystir.fo. Allir dystirnir í kvøld kunnu eisini síggjast í Televarpinum.
Betrideildin 3. umfar (umfar nummar 6) - útsett frá 19. mars
Í dag, mikudagin 26. apríl
16.30: TB - ÍF
17.00:
AB - 07 Vestur
EB/Streymur - B36
18.00: B68 - KÍ
Í gjár, týsdagin 25. apríl
HB - Víkingur 1-1 (1-0)
42' Áki Samuelsen (Viljormur Davidsen) 1-0
56' Bergur Gregersen (Olaf Bárðarson) 1-1
Les eisini:
Ein ávis ónøgd í Gundadali
Bergur Gregersen: - Tað manglar tað síðsta hjá okkum
Viljormur Davidsen: - Skulu læra at vera meiri tolnir
Myndir frá dystinum
Støðan í Betrideildini
1. KÍ 15 stig
2. HB 14 stig *
3. B36 12 stig
4. Víkingur 8 stig *
5. EB/Streymur 7 stig
6. ÍF 6 stig
7. 07 Vestur 4 stig
8. TB 4 stig
9. B68 3 stig
10. AB 0 stig
*Ein dysti fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald