Fótbóltur

Fýra finalur á skránni

U13-dreingir og U18-gentur spæla steypafinalu í kvøld - U13-gentur og U15-gentur spæla í morgin. Fimm feløg eru umboðaði; harav HB best við trimum liðum.

Tórsvøllur verður í kvøld og í morgin karmur um steypafinalur - byrjað verður í kvøld 17.30

Tórsvøllur verður í kvøld og í morgin karmur um steypafinalur - byrjað verður í kvøld 17.30

2021-10-01 14:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu vikuskiftini eru steypafinalurnar hjá trimum útav teimum fýra aldursbólkunum hjá dreingjum leiktar - hetta steypafinaluvikuskifti byrjar við, at U13-dreingir spæla finalu. Síðani eru tað finalurnar hjá teimum ymisku aldursbólkunum hjá gentum, ið eru á skránni; ein í kvøld og tvær í morgin

Finalurnar verða allar leiktar á Tórsvølli og kunnu annars síggjast á Rás1.


Skráin: 

Fríggjadagin 01.10, í dag

Dreingir U13 - Solar steypið
17.30: KÍ - HB (1/2 vøllur - 2x20 min)

Gentur U18 - Mótasteypið
19.00: HB - Víkingur (Fullur vøllur - 2x40 min)

Leygardagin 02.10, í morgin

Gentur U13
10.30: KÍ - NSÍ (1/2 vøllur - 2x20 min)

Gentur U15
12.00: HB - FC Hoyvík (Fullur vøllur - 2x35 min)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder