Hondbóltur

Fýra føroyingar kunnu vinna meistaraheiti í kvøld

Elias Ellefsen á Skipagøtu, Óli Mittún og liðfelagirnir spæla avgerandi SM-finalu í Kristianstad. Dánjal Ragnarsson, Janus Dam Djurhuus og ÍBV kunnu avgera alt í Hafnarfirði.

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún longst til vinstru, her saman við systkinabarnið/beiggja eftir sigurin á Rumenia, kunnu gerast svenskir meistarar við sigri í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún longst til vinstru, her saman við systkinabarnið/beiggja eftir sigurin á Rumenia, kunnu gerast svenskir meistarar við sigri í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-29 13:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan er um eitt spennandi hondbóltskvøld við føroyskum brillum. Tað er møguligt, at vit fáa tveir íslendskar meistarar og tveir svenskar meistarar.

Finalurøðin millum Kristianstad og IK Sävehof í Svøríki hevur havt nógv drama. Sävehof vann fyrstu finaluna, sum var í Skåne, rímiliga greitt. Síðani vann Kristianstad tvær finalur eftir longda leiktíð, har Elias á Skipagøtu noyddist av vølli við skaða í høvdinum í tí fyrru av hesum - tá gjørdist Óli Mittún dagsins leikari -  og harvið ikki spældu í triðju finaluni. Leygarkvøldið var Elias aftur, og Sävehof javnaði til 2-2. Harvið varð syrgt fyri einari fimtu og avgerandi finalu í Kristianstad í kvøld klokkan 18.10.

Les eisini: 
Nú stendur á jøvnum
Elias og Óli skulu aftur spæla um eitt svenskt meistaraheiti

Talan er um síðsta dystin hjá Elias Ellefsen á Skipagøtu í svenskum hondbólti. Hann vann svensku greipuna í sínum fyrsta ári í Svøríki og hevur verið ein profilur allatíðina. Hoyvíkingurin hevur verið skaddur størsta partin av hesum kappingarárinum, men "hondbóltsins Messi", sum onkur svenskur miðil skýrir hann, nú seta eitt perfekt punktum, áðrenn leiðin gongur til Kiel. Elias og 17-ára gamla systkinabarnið, Óli Mittún, fáa helst lyklaleiklut í álopspartinum í kvøld.

Kvinnurnar hjá Sävehof tryggjaðu sær svenska meistaraheitið í gjár - nú skulu menninir royna at fáa tað í hús á útivølli.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur spælt trý kappingarár við Sävehof í Svøríki 

ÍBV megnaði, eins og Kristianstad í Svøríki, ikki at avgera íslendska meistaraheitið, tá møguleiki var fyri tí fríggjakvøldið. Dánjal Ragnarsson, Janus Dam Djurhuus og hinir høvdu vunnið tvær tær fyrstu finalurnar men taptu heldur óvæntað við seks málum, tá Haukar vitjaði úti í Heimaey. 

Í kvøld er tað ÍBV, sum er gestur. Við havnarmanninum og hoyvíkinginum á liðnum kann liðið av Vestmannaoyggjunum avgerða alt við sigri á Hafnarfjørðinum. Eins og í Svøríki, í Føroyum og nógva aðrastaðni, skulu tríggir sigrar til í finalurøðini í Íslandi.

Dánjal, sum er uppvaksin í Neistanum, og Janus, ið er fyrstaval á vinstra vongi á U21-landsliðnum, kunnu harvið møguliga fegnast um íslendskt meistaraheiti í kvøld. Fyrsta bríksl er klokkan 20. Um tað ikki eydnast hjá ÍBV í kvøld, skal alt avgerast á Vestmannaoyggjunum hóskvøldið.

[object Object]
Bakspælararin og vongurin úr Føroyum: Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus í ÍBV-búnanum (Mynd: ÍBV)

[object Object]
Janus (nr. 26) og Dánjal (nr. 17) í triðju finaluni 


Fimta og avgerandi finalan um svenska meistaraheitið hjá monnum
Kristianstad Arena, 29.05
18.10: IFK Kristianstad (2) - IK Sävehof (2)

Føroyingar: Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún (IK Sävehof)

Fjórða og møguliga avgerandi finalan um íslendska meistaraheitið hjá monnum
Ásvellir (Hafnarfjørðurin), 29.05
20.00: Haukar (1) - ÍBV (2)

Føroyingar: Dánjal Ragnarsson og Janus Dam Djurhuus (ÍBV)

Portalurin verður á staðnum í Svøríki og fylgir eisini gongdini í Íslandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder