Fimleikasamband Føroya: Easter Cup er altjóða B-kapping í estetiskum fimleiki, og føroysk lið plaga at vitja hesa kapping dúgliga. Í ár eru ikki færri enn tíggju lið úr Fimleikafelagnum Støkk, Klaksvíkar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósið og Havnar Fimleikafelag við í smágentu- og gentubólkunum. Fríggjadagin var innleiðandi kapping, og flestu føroysku liðini kláraðu seg væl.
Seks føroysk smágentulið
Í smágentukappingini vóru 17 lið, og seks av teimum vóru føroysk.
Besta føroyska liðið í smágentukappingini gjørdist Team Nova úr Havnar fimleikafelag, sum endaði á einum 5. plássi aftan fyri tvey lið úr Finnlandi og tvey úr Estlandi. Nummar 6 gjørdist Team Nava úr Støkk og hesi bæði liðini koma tí víðari til finalurnar sum vera í morgin leygardagin.
Sjálvt um hini smágentuliðini kláraðu seg betri enn øll tey donsku liðini til dømis, sleppa tey ikki í finaluna, tí bert tvey lið úr hvørjum landi koma víðari til aðru rundu.
Tvey lið úr Ljósinum í finaluna
Í gentukappingini vóru eisini 17 lið við úr Finnlandi, Estlandi, Danmark og úr Føroyum. Fýra føroysk lið úr Ljósinum, Støkk og Havnar Fimleikafelag vóru við, og tá innleiðandi kappingin var av, komu Team Norma og Team Ara úr Ljósinum víðari í finaluna á ávíkavist 5. og 7. Plássi.
Eisini her vóru tað finnar og estar, ið fóru við fýra teimum fremstu plássunum. Eitt danskt lið liggur millum Norma og Ara, men við einari góðari framførslu í morgin kann Ara lættliga fara framum, tí tær eru bert 0.05 stig aftanfyri danska liðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald