Annað

Fýra ítróttagreinar lagdar afturat Skúlaleikum í ár

Nýggju greinarnar eru borðtennis, tennis, bogaskjóting og hondbóltur, meðan flogbóltur, frælsur ítróttur, badminton, inniróður, kurvabóltur og rørslumegi framvegis eru við í Skúlaleikum.

(Savnsmynd: Gilli Brend)

(Savnsmynd: Gilli Brend)

2024-08-12 09:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu trý árini hava Skúlaleikir savnað ítróttalærarar og næmingar frá miðdeildum til “felagsskap og rørlsugleði”. Og fjórða árið á rað bjóðar Ítróttasamband Føroya Skúlaleikir til miðdeildir kring alt landið, nú við fleiri ítróttagreinum.

– Vit eru stolt av at kunnu bjóða fýra nýggjar skúla-ítróttagreinar afturat til komandi skúlaár, soleiðis at tað nú eru 10 ítróttagreinar íalt við í Skúlaleikum fyri miðdeildir, skrivar ÌSF í tíðindaskrivi.

Nýggju greinarnar eru borðtennis, tennis, bogaskjóting og hondbóltur, meðan flogbóltur, frælsur ítróttur, badminton, inniróður, kurvabóltur og rørslumegi framvegis eru við í Skúlaleikum.

Tilmeldingarfreistin at melda flokkar til Skúlaleikir er 1. september. Tá ein flokkur verður meldaður til Skúlaleikir, bjóðar ÍSF í samstarvi við sambondini skeið fyri lærarunum og undirvísingartilfar til ítróttatíman. Hartil bjóðar ÍSF eina skúlavitjan til hvønn flokk, og allir flokkar fáa eisini í boði at luttaka á spennandi undanstevnum kring landið.

Skráin fyri skúlaárið 2024/25 er hendan:
Fram til 1. september: Tilmelding
13. september: Skeið fyri ítróttalærarum
September - feburar: Skúlavitjanir á skúlum kring landið
Mars/apríl 2025: Stevnur kring landið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder