Hondbóltur

Fýra strikuspælarar í dystarhópinum

Vongurin Allan Norðberg, umframt bakspælararnir Rói Ellefsen á Skipagøtu og Pauli Mittún, eru ikki í dystarhópinum móti Slovenia.

Ungi Ísak Vedelsbøl er ímillum teir strikuspælararnir, ið kunnu koma á vøllin til søguliga dystin móti Slovenia (Mynd: Sverri Egholm)

Ungi Ísak Vedelsbøl er ímillum teir strikuspælararnir, ið kunnu koma á vøllin til søguliga dystin móti Slovenia (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-11 15:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin) - Klokkan 17 fer søguligi EM-dysturin móti Slovenia í gongd.

Portalurin hevur fingið upplýst, hvussu dystarhópurin sær út. 16 av teimum 19 í føroyska hópinum kunnu ver á dómaraseðlanum. Teir eru hesir:

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Jónas Gunnarsson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)

Peter Krogh, Aarhus HC (DEN) - Verjuspælari

Vengur:
Rói Berg Hansen, HØJ Elite (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)

Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Ísak Vedelsbøl, H71
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR)

Harvið er greitt, at vongurin Allan Norðberg, umframt bakspælararnir Rói Ellefsen á Skipagøtu og Pauli Mittún, ikki eru í dystarhópinum.

Hákun West av Teigum er einasti høgri vongur, og venjaratoymi hevur raðfest at hava nógvar strikuspælarar. Orsøkin er helst tvíbýtt: Fyri at fáa skifti meira út í verjuni og tí, at Føroyar ætlar at spæla fitt av 7 ímóti 6. Hetta var Julian Johansen eisini inni á fyrrapartin.

Sí eisini: Skulu av álvara avrika í verjupartinum í dag

Sí eisini: Beinleiðis frásøgn: Dystardagur í Berlin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder