Hondbóltur

- Skulu av álvara avrika í verjupartinum í dag

Hetta er neyðugt fyri at hava møguleika móti so sterkum liði sum Slovenia, sigur Julian Johansen. - Vit eru ómetaliga takksamir fyri stóra stuðulin, sum kann gera mun.

Julian Johansen (t.h) á tíðindafundinum í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Julian Johansen (t.h) á tíðindafundinum í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-11 10:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin) - Tað eru bert nakrir fáir tímar til stóra brakið her - søguliga dystin móti Slovenia. Hetta merkist sjálvandi á ein hátt í landsliðsleguni, men spælararnir eru róligir og hugsavnaðir um uppgávuna:

- Vit hava brúkt nógva tíð uppá sinnisliga fyrireiking - eisini tá vit vóru saman í oktober-november. Síðani vit eru komnir til Týsklands, eru spælararnir farnir inn í eina “EM-boblu”. Tykist eitt sindur sum tá onkrir av okkum hava verið til ungdóms-endaspøl, har teir eru ógvuliga hugsavnaðir um kappingina og bara tað. Vit hava sum so havt seinastu prátini í gjár, so høvdið ikki verður fylt í dag.

Soleiðis greiðir Julian Johansen, hjálparvenjari, miðlunum frá í stuttari videosamrøðu av føroyska gitingarhúsinum í morgun. Sum venjarar skulu hann og Peter Bredsdorff-Larsen taka nógvar ymiskar avgerðir - millum annað hvørjir 16 av teimum 19 í hópinum skulu á dómaraseðilin, og hvørjir føroyingar byrja inni. Hesi tingini eru ikki 100 prosent avgjørd enn, men tað er nær við.

- Tað er ikki endaliga komið uppá pláss enn, hvørjir sita heilt uttanfyri í dag. Tað verður helst um middagsleitið. Men vit vita, at tað so íhvussu er ein bakspælari, nú vit hava so nógvar við. So er spurningurin millum annað um strikuplássini, og um allir vengirnir vera á dómarseðlanum. Vit hava heldur ikki heilt gjørt av, júst hvørjir byrja inni, men har sæst eitt mynstur.

Sí eisini: 
Kjartan Johansen: - Kunnu avgjørt gera ein vørr - longu í morgin
Ísak Vedelsbøl: - Hetta er nakað heilt annað enn U-endaspæl

Skulu avrika í verjuni
- Vit fara at spara Elias nakað í verjupartinum, tí hann er so umráðandi í álopspartinum. Tó kann gerast neyðugt at fara upp í 5-1, um vit ikki hava tamarhald á Dean Bombac mitt fyri og sterka strikuspælinum. Vit eru tó sterkari í 6-0 enn 5-1 og skulu avrika næstan yvir evni í verjuni í kvøld fyri at hava ein møguleika. Tað snýr seg millum annað um at fáa flutt støðurnar út á ávís støð, sum eru góð fyri málverjar okkara. Vektin, har teir eru tyngri, kann spæla ein leiklut her.

Julian Johansen er púra greiður: Føroyar skulu fáa nøkulunda tamarhald á slovenum, tá teir leypa á, og neyðugt er kanska við ymiskum vápnum og loysnum í verjupartinum, har tyngdin kann spæla meira inn. Álopsspælið er hjálparvenjarin ikki so stúrin fyri. Hann sigur, at tað er á altjóða stigi. Hann kann avdúka, at 7 ímóti 6 verður nýtt partar av dystinum - eisini fyri at stýra leikferðini, og so skulu Føroyar royna at skora so nógv mál sum gjørligt í fyrstu og aðru bylgju.

Miðilin jn.fo spurdi til seinast, um Julian hevði nøkur boð til mongu føroysku fjeppararnir:

- Vit eru ómetaliga takksamir fyri at tað væntast millum 4.000 og 5.000 føroyskir áskoðarar vera til dystin. Nú vóru vit í høllini í gjár og eri vísir í, at hetta verður ein feit uppliving. Vit vænta, at okkara áskoðarar fara at merkjast, og hetta kann avgjørt gera mun fyri okkum.

Fyrsta bríksl í Berlin verður klokkan 17 føroyska tíð. Til ber at fylgja við degnum HER.

Sí eisini: 
Gleða seg til at sygnja tjóðsangin og veruliga royna seg
Hákun: Stóri stuðulin merkir alt fyri okkum
Myndir: Stilla siktið í Mercedes Benz-høllini
Ungir fjepparar: - Hetta mátti upplivast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder