Hondbóltur

Kjartan: - Kunnu avgjørt gera ein vørr - longu í morgin

Vit hava glett okkum til hetta leingi, sigur strandingurin. - Hava ikki roynt nakað so stórt fyrr og royna ikki at hugsa um alt rundanum; tað verður heldur veruleikafjart.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-01-10 12:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin): Tá hárið var heilt sett, var hann til reiðar.

- Hetta vísir kanska, at vit ikki eru heilt vanir við hetta; tíðindafund og møguleikan at koma frammanfyri kamera um morgunin.

Soleiðis helt Kjartan Johansen smílandi fyri. 27-ára gamli bakspælarin hevur spælt uttanlands í nógv ár og var til U21 HM í 2017, men hetta er størri og nakað, sum hann og liðfelagarnir/vinmenninir hava glett seg til leingi.

- Eingin er helst meira motiveraður enn vit at gera ein vørr her (…) fara at royna at gera tað longu í morgin móti Slovenia og trúgva eisini meira uppá tað, longur vit koma í fyrireikingunum.

Sí eisini: 
Slovenia er darvað av skaðum
Alexandur Johansen: - Gleði meg at sita saman við øllum føroyingunum


--



Spælari: Pauli Mittún

Tónleikur: Benjamin Rajani ("Á Sigursferð)

Kjartan viðurkennir, at ymiskt rundanum kann órógva, men at hann roynir at steingja tað eitt sindur úti - hóast tað er risastórt og nærum veruleikafjart.

- Vit fáa ein skelk í morgin, tá vit veruliga síggja hvussu nógvir føroyingar eru komnir til Týsklands at hyggja eftir 16 øðrum føroyingum spæla hondbólt.

Føroyar og Slovenia spæla í morgin, hósdagin, klokkan 17 føroyska tíð.

Sí eisini: Ísak: Hetta er nakað heilt annað enn U-endaspæl

Sí eisini: Peter Bredsdorff-Larsen: Vit eru við fyri at skapa góð úrslit

Sí eisini: Myndir: Ein nýggjur veruleiki í Berlin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder