Hondbóltur

Gleða seg serliga til at syngja tjóðsangin og veruliga royna seg

Rói Berg Hansen, Pætur Mikkjalsson og Helgi Hildarson Hoydal vóru til U21-endaspælið í 2017 - dagin fyri brakið í Berlin seta teir orð á kensluna.

Pætur Mikkjalsson og Rói Berg Hansen (mitt fyri) takka føroysku áskoðarunum eftir seinna venjingardystin móti Belgia á Hálsi. Nú sita teir í Berlin og síggja fram til at koma í gongd (Mynd: jn.fo)

Pætur Mikkjalsson og Rói Berg Hansen (mitt fyri) takka føroysku áskoðarunum eftir seinna venjingardystin móti Belgia á Hálsi. Nú sita teir í Berlin og síggja fram til at koma í gongd (Mynd: jn.fo)

2024-01-10 18:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin): Tað nærkast nú av álvara, til Føroyar fara á vøllin í Mercedes Benz Arena til dyst í EM-endaspælinum. Slovenia er mótsstøðuliðið í fyrsta umfari í morgin.

Allir spælararnir vóru savnaðir í felagshøli føroyinga á Vienna House í Berlin fyrrapartin, tá miðlafólkini sluppu inn í føroysku leguna. Umframt spurningar til landsliðsvenjarin og síðani til spælarar í videosamrøðum, spurdi Portalurin tríggjar landsliðspælarar, sum allir vóru við til HM í Algeria í 2017, hvat teir nú gleddu seg mest til? 

Sí eisini: 
Myndir: Ein nýggjur veruleiki í Berlin
Peter Bredsdorff Larsen: - Vit eru við fyr at skapa góð úrslit 

Samrøður:
Kjartan Johansen: - Kunnu avgjørt gera ein vørr - longu í morgin
Ísak Vedelsbøl: - Hetta er nakað heilt annað

Rói Berg Hansen

- Gleði meg helst mest til at feira sigurin móti Slovenia – okkurt sovorit? Eg gleði íhvussu meg íhvussu er til, at vit sleppa at royna okkum móti einum av teimum stóru hondbóltstjóðunum og vita, um vit kunnu gera ein vørr.

Pætur Mikkjalsson

Tú skoraði allarfyrsta málið fyri eitt føroyskt hondbóltsandslið í einum endaspæli: Hugsaðu tit sum U21-spælarar tá, at man eisini fór at náa tí aftur?

- Málsetningurin, um at vit skuldu til eitt A-endaspæl einaferð, var greiður longu tá í 2017. Eg haldi, at tað varð sagt júst 2024.

Hvussu verður tað so at royna seg her, og hvat gleðir man seg mest til?

- Tað verður óluksaliga stuttligt at sammeta okkum við teir vaksnu, um man kann siga tað soleiðis. Føroyar hava verið til so nógv U-endaspøl – nú er tað fyrsta A-endaspælið. Tað verður eisini skeg at hoyra føroysku fjøldina, og fáa at síggja, um vit ikki kunnu gera tað til ein føroyskan heimavøll her. Vit hava jú næstan 10 prosent av Føroya fólk við her. So gleði meg helst mest til at hoyra føroysku fjøldina, tá vit ganga inn og síðani syngja tjóðsangin.


--



Spælari: Pauli Mittún

Tónleikur: Benjamin Rajani ("Á Sigursferð)


Helgi Hildarson Hoydal:

-
Havi í langa tíð sæð fram til, at fyrsta floytið ljóðar, og at vit eru í gongd í einum endaspæli. Tað verður sjálvandi ein stór løta at ganga inn í føroyskari landsliðsblusu, standa har frammanfyri øllum føroyingunum og syngja tjóðsangin. Gleði meg til nógv her, men allarmest til dysturin fer í gongd í morgin.

Var hetta í hugaheiminum, tá tit 96'arar vóru til tað allarfyrsta endaspælið?

Tá vit vóru til U21-HM í 2017, var tað ringt at ímynda sær hetta, og at tað kom so skjótt. Men vit droymdu um tað. Eg eri ógvuliga errin av og fegin um framvegis at vera partur av hesum, og ja...hetta er ógvuliga stórt, og eisini nú man er komin til Berlin og sær alt nærri við egnum eygum

[object Object]
Helgi Hildarson Hoydal millum tveir yngir hoyvíkingar til tíðindafundin í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Myndir: Stilla siktið í Mercedes Benz høllini í dag

Sí eisini: Hákun West av Teigum: - Stóri stuðulin merkir alt fyri okkum 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder