Hondbóltur

Peter Bredsdorff: - Vit eru við fyri at skapa góð úrslit

Sjálvsálitið er í lagið her dagin fyri stóra dagin hjá føroyskum hondbólti í Berlin.

Peter Bredsdorff Larsen, her saman við Ára Rouch, samskipara hjá HSF, og Julian Johansen, hjálparvenjara (Mynd: Sverri Egholm)

Peter Bredsdorff Larsen, her saman við Ára Rouch, samskipara hjá HSF, og Julian Johansen, hjálparvenjara (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-10 09:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Okkara ætlan er at skapa góð úrslit her í Berlin. Helst vinna onkran dyst, og so kanska ein afturat.

Soleiðis ljóðaðu boðini frá føroyska landsliðsvenjaranum, Peter Bredsdorff Larsen á tíðindafundinum, sum føroyska hondbóltslandsliðið helt í morgun á hotellinum, har teir búgva í Berlin, ikki so langt frá stóru Mercedez Benz-høllini, har dystirnir verða spældir.

- Vit eru her fyri fyrstu ferð, og spælararnir hava ikki roynt eina so stóra kapping fyrr. Tað vita vit, men vit eru væl fyrireikaðir, og rokna við og vóna at fáa eitt gott úrslit her í Berlin.

- Eg havi eina trúgv uppá, at okkara lið er væl samanspælt. Leikararnir kenna hvønn annan sera væl, líta á hvønn annan og tað er ein fyrimunur fyri okkum.

- Kvikleikin er okkara styrki

- Sjálvandi koma vit at møta monnum, sum í hædd og vekt eru nógv størri enn okkara. Men vit hava aðrar styrkir enn tær kropsligu. Okkara menn eru skjótir og kvikir, og teir kenna hvønn annan. Tað eru styrkir, sum vit skulu byggja upp á, tá vit fara á leikvøllin hóskvøldið móti Slovenia.

Peter Bredsdorff Larsen tók uppaftur, at fyribils hevur føroyska liðið miðsavnað seg um mótstøðuna tað fyrsta kvøldið móti Slovenia. Síðani verða avbjóðingarnar tiknar so hvørt.

Sí eisini: Slovenia er darvað av skaðum

Fólksins stuðul gevur styrki

Men her dagin fyri stóra dystin, eru vónirnar bjartar. Serliga er venjarin spentur upp á stuðulin, sum lið hansara fer at fáa frá føroysku áskoðarafjøldini.

- Vit vita, at eitt stað millum 4.000 og 5.000 føroyingar kanska verða til staðar á áskoðaraplássunum. Tað fer heilt vist at geva okkum styrki. Tað er næstan ein tíggjundapartur av samlaða fólkatalinum í landinum, tað klárar neyvan nakað annað land, segði Peter Bredsdorff Larsen, sum nýtti høvi at greiða útlendsku journalistunum frá stóra fagnaðinum, sum liðið hevur upplivað heima í Føroyum, hesar seinastu vikurnar, meðan fyrireikingarnar hava verið.

Slíkur stuðul er fantastiskur at hava við sær til eina slíka kapping sum hesa, segði Peter Bredsdorff Larsen.

Sí eisini: Alexandur: - Gleði meg at sita saman við øllum føroyingunum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder