placeholder
Fótbóltur

Fyri fjórðu ferð

Ísrael hevur vunnið báðar undankappingardystirnar móti Føroyum, men í 2005 endaði tað við teprum ósigri í Tel Aviv, orsakað av serstøkum máli, og í 1992 spældu Føroyar og Ísrael 1-1 í vinardysti. Maccabi Haifa hevur vitjað í Føroyum tvær ferðir og hevur í báðum førum tapt.

Símun Samuelsen skoraði, seinast Føroyar spældu ímóti Ísrael

Símun Samuelsen skoraði, seinast Føroyar spældu ímóti Ísrael

2021-09-01 11:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá Føroyar og Ísrael í kvøld spæla á Tórsvølli verður tað fyri fyrstu ferð í næstan 16 ár.

Á heysti 2005 hittust A-landsliðini við monnum hjá londunum báðum í undankappingardystum til HM-endaspælið árið eftir. Ísrael hevði framvegis møguleika at røkka einum plássið, men teir báðir sigrarnir móti Føroyum vóru júst ikki nóg mikið til eitt playoff-pláss.

Føroyar endaðu aftast í bólkinum við einum stig - fyri javnleikin á Kýpros - men endaðu undankappingina við einum flottum og serstøkum málið í yvirtíðini í síðsta dystinum. Av baklinjuni á Ramat Gan leikvøllinum í Tel Aviv rann tá bert 20-ára gamli vágbingurin, Símun Samuelsen, eina alvering frá Inga Højsted upp. Hon kom beint eftir, at Føroyar høvdu givið bóltin upp eftir 2-0 málið hjá heimaliðnum, ið tykist drepa dystin. Av baklinjuni og tætt við hornaflaggið smekkaði innskifti Símun til, málverjin hvakk við og hjálpti meira við at beina bóltin í málið, enn hann megnaði at forða fyri tí.


Hetta gjørdist einasta málið, ið Sìmun Samuelsen skoraði á A-landsliðnum

Tað endaði 2-1 í Tel Aviv - ein mánaða framanundan hevði Ísrael vunnið 2-0 á Tórsvølli við tveimum málum í seinna hálveiki.

Hetta eru, fram til í dag, einastu undankappingardystirnir, ið londini hava spælt sínamillum. Men fyri 29 árum síðani spældu liðini venjingardyst á Svangaskarði. Tíggju minuttir fyri hálvleik legði Kári Reynheim Føroyar á odda við sínum seinna landsliðsmálið. Ísrael javnaði stutt fyri hálvleik, og tað endaði 1-1 í tí fyrsta av higartil trimum dystum millum londini.

Í evropeiskum kappingum fyri lið hevur tað hilnast væl hjá føroyskum liðum móti ísraelskum, tá spælt hevur verið í Føroyum. Tvær ferðir hevur stórfelagið Maccabi Haifa trekt føroyskt felag. Í Evropa Cup fyri steypavinnarar í 1995 tapti liðið í regni og vindi á Svangaskarði, tí Olgar Danielsen í seinna hálvleiki gjørdi hattrikk fyri føroysku steypavinnararnar. KÍ vann 3-2 á liðnum, har fleiri leikarar vóru við, sum høvdu vitjað við landsliðnum á sama staði trý ár frammanundan.

[object Object]
Michal Przybylski skorar her móti Maccabi Haifa. Liðini spældu 12. august, og seks av Maccabi Haifa-leikarunum eru við aftur í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Fyri bert tjúgu døgum síðani skoraði Michal Przybylski einasta málið í Conference League-dystinum á Tórsvølli. Vert er at leggja til merkis, at eins og í 1995, hevði Maccabi Haifa vunnið greitt á heimavølli í fyrra dystinum - við ávíkavist fimm og fýra málum.

Í kvøld eru tað landsliðini hjá Føroyum og Ísrael, ið hittast á nýggja graslíkinum á Tórsvølli. Fyrsta bríksl verður klokkan 19.45, og spennandi verður, um tað, eins og við undanfarnu dystunum millum londini og í evropeisku dystunum í Føroyum við ísraelskari vitjan, verður talan um spennandi dyst.

Les eisini: Ísraelar virðing fyri Føroyum

Dystir millum Føroyar og Ísrael

5. august 1992, Svangaskarður
(Venjingardystur) Føroyar - Ísrael 1-1 (1-0)
35' Kári Reynheim 1-0
52' Tal Banin 1-1

7. september 2005, Tórsvøllur
(HM-undankappingardystur) Føroyar - Ísrael 0-2 (0-0)
54' Avi Nimni 0-1
79' Yaniv Katan 0-2

8. oktober 2005, Tel Aviv
(HM-undankappingardystur) Ísrael - Føroyar 2-1 (1-0)
1' Yossi Benayoun 1-0
90' Michael Zaudberg 2-0
90 (+) Símun Samuelsen 2-1

Ein javnleikur, tveir ósigrar - 2-5 til Ísrael samanlagt

Kelda: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder