Í Betrideildini endaði B36 nummar fýra. Hetta hevði verið nóg mikið til eitt evropeiskt pláss, um tað var eitt "vanligt" ár, og um NSÍ ella HB væl at merkja vinna steypafinaluna. Men til komandi ár hevur føroyskur fótbóltur bert trý pláss í evropeisku kappingunum hjá UEFA - eitt í Champions League (meistararnir) og tvey í nýggju Conference League (nummar tvey í Betrideildini umframt steypavinnarin/nummar trý í Betrideildini)
At B36 ikki røkkir hesum gjørdist endaliga greitt í gjárkvøldið, tá Víkingur vann 2-1 í hálvfinaluni við Løkin. Alex Mellemgaard legði annars árstalsfelagið á odda við brotssparki miðskeiðis í 1. hálvleiki, men Víkingur svaraði skjótt aftur, og eftir at Símun Rógvi Hansen fekk reytt kort í 52. minutti, gjørdist mótbrekkan tung hjá B36, og miðskeiðis í 2. hálvleiki avgjørdi Ari Olsen dystin.
Les eisini: Víkingur í sínari áttandu finalu
Sí eisini: Dan Brimsvík - Trupult aftaná reyða kortið
Harvið er hetta vánaligasta árið hjá B36 síðani 2012, tá tað snýr seg um heimligu kappingarnar. Í 2012 spældi B36 í Champions League - orsakað av FM í 2011 - og tapti eftir brotssparkskapping fyri norðurírska Linfield. Í steypakappingini fór liðið, sum tá var undir leiðslu hjá Mikkjali Thomassen, út í 1. umfari, og í Betrideildini gjørdist talan um eitt 6. pláss.
Í Europa League koppaði B36 millum annað The New Saints (Mynd: Sverri Egholm)
Í 2013 endaði liðið hjá Mikkjali nummar trý, og síðani hava Sámal Erik Hentze og Eyðun Klakstein, í ávíkavist 2014 og 2015, ført liðið til meistaraheitið og harvið pláss í Champions League, og Eyðun (í 2016) og Jákup á Borg hava fýra ár á rað endað í minsta lagi topp-fýra. Undir Jákupi vann B36 eisini steypakappingina í 2018.
Í ár var 4. pláss ikki nóg mikið, og endastøðin hjá Dan Brimsvík og hansara nýggja toymi gjørdist hálvfinalan. Harvið kunnu B36' arar hyggja aftur á 2016 og stórfegnast um, at man kom víðari tríggjar ferðir í Europa League - móti St Joseph's (Gibraltar), Levadia Tallinn (Estland) og The New Saints (Wales) - umframt at avrikið í Sofia var sera gott. Har kom eisini góður peningur inn, men hinvegin so verður einki slíkt gjørligt komandi ár, tá B36 fyri fyrstu ferð síðani 2013 ikki luttekur í evopeiskari kapping hjá UEFA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald