Hetta landsliðsárið verður innihaldsríkt og drúgt. Føroyska A-landsliðið hjá monnum skal spæla 10 EM-undankappingardystir, har tann fyrsti verður her á Malta leygarkvøldið.
Hópurin, við øllum ið har til hoyrir, kom uppá pláss í gjárkvøldið. Liðið fær fýra heilar dagar við fyrireiking, har tað verður búð væl, vant nógv, og fokuserað fram ímóti dystinum.
Les eisini: Landsliðið komið til Malta
Landsliðið hevur sína fyrstu venjing klokkan 10.30 lokala tíð (09.30 føroyska). Lars Olsen, Jóannes Jakobsen og teirra 20 leikarar venja á Hibernians leikvøllinum í býnum Paola, stutt frá høvuðstaðnum, Valetta. Føroyska liðið venur eisini seinnapartin. Tað er lýtt í veðrinum á oynni, men tað fer helst at regna nakað í dag, umframt møguligur torusláttur.
Portalurin verður á staðnum í morgun, og vit hava ymiskt tilfar frá fyrstu føroysku venjingini á Malta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald