At vit nú eru farin inn í 2024 merkir eisini, at vit av álvara nærkast EM-endaspælinum í hondbólti hjá monnum - tí fyrsta sum Føroyar luttaka í.
Føroyski hópurin hevði nakrar venjingar saman millum jól og nýggjár. Har var dentur millum annað lagdur á smálutir á spælinum. Hópurin var nakað frá at vera fullfíggjaður.
Pætur Mikkjalsson, Rói Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún vóru framvegis í Svøríki, har dystir vóru á skránni millum jól og nýggjár. Pauli Mittún og Peter Krogh fingu ikki heilt vant, og sjúka darvaði eisini nakrar. Harvið vandu nakrir við, sum eru í bruttohópinum, men sum í útgangspunktinum ikki skulu við til Týsklands 9. januar. Væntað er at allir venja við við meira ella minni fullari ferð frá byrjan í dag - størstu ivamálini eru Peter Krogh og Óli Mittún, ið tó vera til reiðar til EM.
Sí eisini:
(Myndir) Tvær vikur til fyrsta EM-dystin
Myndir: Øðrvisi fyrireikingar til endaspælið
Rói Berg Hansen hevur eyguni á bóltinum (Mynd: Sverri Egholm)
Næstu vikuna vera fyrireikingar í hæddini. Hópurin savnast í Hoyvík í kvøld, har venjing og fundur eru á skránni. Vant verður á Hálsi í morgin, týsdagin 2. januar, og hósdagin 4. januar. Hesar dagarnar er styrkivenjing eisini á skránni.
Mikudagin verður vitjað og vant í Klaksvík, og fríggjakvøldið og leygarkvøldið (5/1 og 6/1) eru umráðandi liður í fyrireikingunum. Tá eru aðalroyndir á Hálsi: Belgia vitjar til tveir venjingardystir. Belgiska liðið er spennandi: Man var við til HM-endaspælið í fjør og var júst ov stuttir til EM í ógvuliga tøttum undankappingarbólki.
Venjingardystirnir byrja báðir klokkan 19.30. Um átta dagar gongur leiðin hjá Berlin, har túsindtals føroyingar vera og stuðla søguligu ítróttardagarnar. Fyrsti dysturin er móti Slovenia hósdagin 11. januar klokkan 17.
Video:
Julian: - Hava brúkt meira tíð uppá at tosa enn at venja
Elias: - Hevur verið gott við nakað av jólafriði
Helgi: Kann millum annað koma við royndum
Atgongumerki til aðalroyndina móti Belgia kunnu keypast her. Meira EM-tilfar verður á Portalinum næstu dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald