Føroysku hondbóltseyguni verða hetta vikuskifti fest á Eysturríki, har manslandslandsliðið sunnukvøldið skal royna at spæla seg í sítt fyrsta endaspæl nakrantíð.
Sí eisini:
Kunnu avgerða alt sjálvir
Teis Horn Rasmussen: - Nú skulu vit byggja uppá og prógva, at vit eisini kunnu gera tað á útivølli
Leivur Mortensen: - Droymt um hetta síðani man var smádrongur
Longu í annaðkvøld, leygardagin 29. apríl, ber til at síggja stórdyst. Hetta verður í Hoyvíkshøllini, har H71 tekur ímóti Kyndli í fyrstu FM-finaluni hjá kvinnum.
Liðini hittust eisini í steypafinaluni. Har var H71 omaná, og eru hoyvíkskvinnur eisini favorittar í hesari røðini, tó at tað er ein smeitur, at Lív Zacharissen er úti við skaða í knænum.
Her ber til at hoyra hvat Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen søgdu um FM-stríðið áðrenn seinnu hálvfinalurnar
Kyndil og H71 vunnu seg í FM-finaluna við tveimum sigrum hvør í hálvfinalunum - einum tryggum og sannførandi og einum í óguvliga tøttum dysti. Hjá Kyndli var neyðugt við longdari leiktíð í dysti nummar tvey móti grannunum úr Neistanum.
Heldur smali hópurin hjá Kyndli kann gerast ein vansi, men toppgóðskan við serliga Turið Arge Samuelsen sum stórskjútta og Jovanu Strajanac í málinum - umframt einari stinnari verju, kann geva H71 høvuðbrýggj. Hinvegin kann serliga skjóta og sannførandi álopsspælið hjá hoyvíkskvinnum sanniliga geva Kyndli stórar trupulleikar.
Kyndil skal finna eina loysn í mun til at støðga serliga Janu Mittún, ið spælir sínar seinastu dystir í Føroyum á hesum sinni (Mynd: Jens Kr. Vang)
Finala 1 liggur nú um vikuskifti - verður bríkslað í gongd klokkan 18 í annaðkvøld. Finala 2 og 3 eru á skránni í næstu viku - finala nummar tvey verður í Høllini á Hálsi mikukvøldið. Møguligar finalur 4 og 5 liggja í viku 19. Fyrst upp í tríggjar finalsigrar tryggjar sær FM-heiti.
Sí eisini:
Maria Halsdóttir Weyhe: - Greipan er gloppin áður - skulu fokusera uppá okkum sjálvar
Bjarta Johansen: - Hava havt góðar álopsdystir móti H71 - allar hjá okkum skulu spæla væl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald