Fótbóltur

Fyrsti javnleikur hjá HB í næstan eitt ár og fyrsti sigur hjá Víkingi í tíggju dystum

Fá mál eyðkendu m.a. 1. umfar - her er nøkur fakta frá byrjanini í Betrideilini.

Andreas Lava Olsen legði upp til tvey mál, tá Víkingur vann sín fyrsta dyst í Betrideildini síðani miðskeiðis í august í fjør
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Andreas Lava Olsen legði upp til tvey mál, tá Víkingur vann sín fyrsta dyst í Betrideildini síðani miðskeiðis í august í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-11 14:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Betrideildin hjá monnum fór í gongd í gjár. Talan gjørdist um fýra heimasigrar og málleysan javnleik í klassikaranum


Her eru úrslitini í 1. umfari:

B36 - Skála (1-0)
Árni Frederiksberg 1-0

Víkingur - ÍF (3-0)
Adeshina Lawal 1-0
Sølvi Vatnhamar 2-0
Arnbjørn Svensson 3-0

NSÍ - EB/Streymur (1-0)
Jann Martin Mortensen 1-0

TB - AB (2-1)
Ivan Ivanovic 1-0
Stefan Radosavljevic 2-0
Tóki á Lofti 2-1

KÍ - HB (0-0)


Fakta frá 1. umfari 


- Talan var um fyrsta sigurin í Betrideildini hjá Vìkingi síðani 12. august í fjør á Skála. Síðani vann liðið ikki seinasta triðingin. Hetta er fyrstu ferð, at Víkingur er á odda í deildini síðani á seinasta leikdegi í 2017, tá liðið vann FM aðru ferð á rað

- Víkingur var, sambært bolt.fo, liðið við greitt hægst miðalaldrið í 1. umfari. Vìkingur hevði ein miðalaldur á 29,5 ár. Mótstøðuliðið ÍF var næsthægst við 27,7

- Erland Tvørfoss, ið fyrr hevur verið hjálparvenjari hjá Víkingi, stóð sum høvuðsvenjari í gjár. Sámal Erik Hentze stóð sum fysiskur venjari. Orsøkin er, at Bagge manglar nakrar tímar fyri at endurnýggja sítt A-venjaraprógv

- Jákup Martin Joensen stóð á fyrsta sinni á odda fyri einum liðið í Betri-deildini, tá EB/Streymur leikti í Runavík. Hann var einasti høvuðsvenjari, ið fekk debut í deildini í gjár. Hansara lið hevði klárt lægsta miðalaldur: 22,5 ár. HB hevði næstlægst við 23,4

- Mikkjal Thomassen stóð í gjár á odda fyri KÍ í sínum dysti nummar 127. Av núverandi høvuðsvenjarin, er hann tann, sum hevur sitið nógv longst í sínum sessi (síðani 2015). Jákup í Borg er nummar tvey á listanum; hann er farin í gongd við sítt triðja ár sum høvusvenjari hjá B36. Fyrrverandi leikarin hjá Mikkjali og liðfelagin hjá Jákupi, Atli Danielsen er hjálparvenjari hjá KÍ í ár.

- Tveir leikarar høvdu tvey upplegg: Andreas Lava Olsen hjá Víkingi og nýggi TB-miðvallarin úr Serbia, Velkjo Vukovic

- Bert 8 mál vórðu skotin í teimum fimm dystunum. Í fjør komu 15 mál í 1 umfari og í 2017 9. 

- HB fekk fulla úrtøku allar útidystirnar í fjør. Hetta var eisini fyrsti javnleikur yvirhøvur hjá føroyameistarunum síðani í grannupggerðini, 2/4, 2.páskadag, í fjør 

- Fróði Benjaminsen umboðaði sítt 6. felag í føroysku kappingini, tá 41-ára gamli leikarin fekkk debut fyri Skála í Gundadali í gjár. Hetta var dystur nummar 480 í fremstu røð hjá toftamanninum

- Umframt 37-ára gamla áleyparan hjá TB úr Montenegro, Ivan Ivanovic, skeyt 19-ára gamli Arnbjørn Svensson hjá Vìkingi sítt fyrsta mál í Betrideildini

Hagtøl: FaroeSoccer og bolt.fo
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder