Fótbóltur

Fyrsti Premier League dystur á Tottenham Hotspur leikvøllinum

City kann leggja seg á odda aftur, og Tottenham og Chelsea kunnu fáa umráðandi stig í topp-fýra stríðnum.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-04-03 13:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir dystir í Premier League vórðu leiktir í gjárkvøld. Wolves vann 2-1 á Manchester United, og Watford sendi Fulham niður í næstbestu deildina. 

Í kvøld eru tríggir dystir á skránni: 
Chelsea - Brighton 
Manchester City - Cardiff (TV3 MAX/Viaplay)
Tottenham - Crystal Palace (6'eren/Viaplay) 

Hann hevur verið útsettur fleiri ferðir, men nú er hann endiliga her: Fyrsti dysturin á nýggja leikvøllinum hjá Tottenham. Síðani byrjanina av seinasta kappingarárið hevur Tottenham leikt sína heimadystir á Wembley, eftir at White Hart Lane varð tikið niður. Ímeðan hevur verið arbeitt við nýggja leikvøllinum, sum skuldi vera til reiðar til byrjanina av hesum kappingarárinum. Men tað hevur verið seinkað fleiri ferðir og av fleiri ymiskum orsøkum.

Dysturin í kvøld á snotiliga leikvøllinum hevur stóran týdning fyri Tottenham, ið liggur 4. plássi. Tvey stig eru upp til Arsenal, United á 5. plássi hevur eins nógv stig (men hevur leikt ein dyst fleiri), og Chelsea hevur eitt stig færri. Heimaliðið skal royna at basa London-grannanum, Crystal Palace, ið er átta stig omanfyri niðurflytingrstrikuna. Liðið hjá Pochettino tapti í seinastu løtu á Anfield sunnudagin.

Chelsea skal royna at yvirhála United og halda sambandið við Tottenham og Arsenal. Liðið fekk ein hepnan og dramatiskan sigur í Wales sunnudagin og er í kvøld stórfavorittur á heimavølli móti Brighton, sum framvegis er íblandað í niðurlytingarstríðið. 

Í Cardiff var stórt vónbrot eftir ein góðan innsats móti Chelsea, har ein skeiv dómaraavgerð kostaði dýrt. Venjarin Neil Warnock var ógvuliga ónøgdur eftir dystin, og hevur hótt við at stilla við einum eykaliðið, tá liðið vitjar City í kvøld. Liðið hevur tveir ógvuliga týðandi botndystir móti Burnley og Brighton í næstum, og tað er allarhelst har, at liðið skal fáa lívsbjargandi stig. Manchester City kann koma eitt stig framum Liverpool, um liðið hjá Guardiola ger sítt í kvøld. 

  


 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder