
Everton sær sera spenanndi út, Arsenal er byrjað við tveimum "kravsigrum" á øðrum London-feløgum, Leeds spælir ógvuliga undirhaldandi og málríkar dystir, og Manchester United sá alt annað enn gott út í sínum fyrsta dysti, hóast einasta nýinnkeypið kom á máltalvuna.
Hetta eru nakrar av yvirskirftunum, eftir at teir fyrstu 14 dystirnir eru leiktir. Tann 15. er í gongd í Southampton í løtuni, har Tottenham, ið júst hevur fingið fatur á Gareth Bale aftur, er á vitjan.
Dystur nummar 17 verður bríkslaður í gongd 16.30. Tað er tann higartil mest spennandi á pappírinum. Chelsea hevur í summar keypt millum annað Timo Werner, Kai Havertz, Hakim Ziyech, Ben Chilwell og so fingið Thiago Silva á "free transfer". Teir tríggir, ið eru seinast nevndir omanfyri, eru ikki tøkir í dag, so tað verður ikki eitt hálvgum nýtt Chelsea-lið, sum skal royna at koppa Liverpool. Christian Pulisic, ið gav Liverpool høvuðbrýggj á Anfield í juli, er eisini skaddur.
Liverpool hevur tveir dagar á rað kunngjørt nýggjar leikarar. Fyrst Thiago og síðani Diego Jota. Um teir fáa nakran leiklut í dag er óvist, men tað verður íhvussu er spennandi at síggja meisataliðið royna seg í Londin. Liverpool byrjaði kappingarárið við at vinna 4-3 á heimavølli móti Leeds. Chelsea vann 3-1 í Brighton mánadagin.
Premier League 2. umfar
19.09 - í gjár
Everton - West Bromwich 5-2 (2-1) *
Leeds - Fulham 4-3 (2-1)
Manchester United - Crystal Palace 1-3 (0-1)
Arsenal - West Ham 2-1 (1-1)
20.09 - í dag
12.00: Southampton - Tottenham (1-3)
14.00: Newcastle - Brighton
16.30: Chelsea - Liverpool
19.00: Leicester - Burnley
21.09 - í morgin
18.00: Aston Villa - Sheffield United
20.15: Wolves - Machester City
Everton, Crystal Palace og Arsenal hava fult stigatal fyri tveir dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald