Fótbóltur

Fyrstu evropeisku málini hjá Adriani og Pæturi

21-ára gomlu kantspælararnir hjá HB skoraðu hvør sítt mál í 2-2 javnleikinum ímóti Linfield - hetta var dystur nummar fimm í evropeiskari kapping hjá báðum.

Adrian Justinussen skorar her sítt fyrsta evropeiska mál - tað var frá brotssparksblettinum (Mynd: Olaf Olsen)

Adrian Justinussen skorar her sítt fyrsta evropeiska mál - tað var frá brotssparksblettinum (Mynd: Olaf Olsen)

2019-07-24 08:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

22 skotroyndir, harav 13 uppá mál. Hetta gav HB tvey mál í Europa League-dystinum ímóti Linfield í gjár.

Les eisini: HB var greitt omaná í Gundadali

Serliga var tað í 1. hálvleiki, at HB hevði nógvar stórar møguleikar. 1-1 málið kom eftir 37 minuttir, og tað var Adrian Rúnasson Justinussen, sum javnaði við tryggum brotssparki. Hann fylti 21 ár sunnudagin, og ársins leikari í føroyskum fótbólti í 2018 hevur skorað 33 mál í Betrideildini. Hetta var hansara fyrsta í evropeiskum fótbólti, og tað kom í dysti nummar fimm.

Adrian varð avloystur eftir 77 minuttir av Pæturi Petursen. Hann kom eisini inn til sín fimta evropeiska dyst (tríggir av teimum eru leiktir við B36), og hann skuldi ikki brúka nógv meira enn tíggju minuttir til at skora. Hetta var eisini fyrsta málið hjá 21-ára gamla leikaranum í Evropa, men leikarin helt, nakað skemtandi, fyri eftir dystin, at hann átti seinastu nertingina í 2-2 málinum ímóti HJK í seinastu viku. 

Les eisini: - Pætur: Vit eru klárt betra liðið í dag

Í seinastu viku skoraði 20-ára gamli miðvallarin hjá B36, Hugin Samuelsen, sítt fyrsta evropeiska mál.

[object Object]
(Hugin skoraði til 1-2 í heimadystinum ímóti Crusaders - Mynd: Sverri Egholm)

17-ára gamli Jonn Johannessen hjá KÍ skoraði í sínum fyrsta evropeiska dysti yvirhøvur - hetta var í Gundadali ímóti Tre Fiori. Hann fylgdi upp í San Marino vikuna eftir við enn einum frálíkum málið. Í sama dysti skoraði 21-ára gamli Jóannes Kalsø Danielsen sítt fyrsta evropeiska mál, og 21-ára gamli liðformaðurin Jákup Biskopstø Andreasen sló eina viku seinni til í Litava víð sínum fyrsta í Evropa - eitt mál ið sendi KÍ víðari ímóti Riterai. 

[object Object]
(Jonn Johannessen hevur her skorað til 3-0 fyri KÍ í sínari evropeisku debut - Mynd: Sverri Egholm)

Harvið hava fleiri ungir føroyskir leikarar fingið sítt fyrsta evropeiska mál í summar. Harafturat skoraði norski Simen Sandmæl til 2-0 í heimadystinum hjá KÍ ímóti Tre Fiori, og danirnir Sebastian Pingel og Lasse Andersen stóðu fyri málunum hjá HB í 2-2 javnleikinum ímóti HJK Helsinki í Gundadali. Fyri allar hesar var talan um teirra fyrsta evropeiska mál - hjá Sandmæl var talan um hansara evropeisku debut.  
  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder