Fótbóltur

Geza gjørdist avgerandi í grannauppgerðini

Uppflytararnir hildu Víkingi frá at skora fyrstu 88 minuttirnar í Fuglafirði, men so skoraði gávaði miðvallarin sín fyrsta mál í Betrideildini. EB/Streymur vann tepurt á TB.

Geza Turi hevur her stútað bóltin í málið eftir hornaspark. Víkingur hevði annars eitt stórt stríð av ÍF í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Geza Turi hevur her stútað bóltin í málið eftir hornaspark. Víkingur hevði annars eitt stórt stríð av ÍF í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-08 18:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- ÍF er aftur, har sum teir eiga at vera.

Hetta segði ein lættur Víkinga-liðformaður við Portalin beint eftir, at steypavinnararnir høvdu strítt seg til ein 0-1 sigur í Fløtugerði. Heimaliðið stríddist væl og rætt so at siga allan dystin móti favorittunum, men tað rakk akkurat ikki til stig.

Tað var heimaliðið, ið legði betri út. Áleyparin Jhon Mena órógvaði nógv gjøgnum dystin, og í 5. minutti gjørdist kolumbianarin leystur, men tað eydnaðist ikki at skora - Bárður á Reynatrøð bjargaði væl við fótinum.

[object Object]
Jhon Mena gjørdi lívið hjá Víkinga-verjuni trupult í løtum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Signar á Brúnni spældi allan dystin á høgra bakki og stóð seg væl - her í nærdysti við syðrugøtumannin Hans Jákup Lervig (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Danin Ruben Møller Nielsen og innskifti Sølvi Vatnhamar (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur var uttan skadda Ari Olsen, Gunnar Vatnhamar er farin til Íslands, og Sølvi Vatnhamar hevur ligið sjúkur, so hann spældi bert seinna hálvleik. Alt hetta gjørdi, at hálvi fuglfirðingurin Signar á Brúnni fekk seg royndan á høgra bakki, at Arnbjørn Svensson var í miðverjuni saman við Atla Gregersen, at 17-ára gamli Árni Atlason var á sentrala miðvøllinum, og at Víkingur spældi við tveimum áleyparum - Andreas Lava og Martin Klein.

Útiliðið fekk sum fráleið yvirtakið, og við Sølva á vøllinum í 2. hálvleikinum kom eisini eitt sindur meira broddur í spælið. Olaf Bárðarson bjóðaði ofta av í vinstru, og nakrar spentar støður vóru í ÍF-brotsteignum. Í høvuðsheitinum eydnaðist væl hjá Karl Løkin, Jan Ellingsgaard, Tóra Nolsøe Olsen og hinum at avvísa, og Tóri Traðará í málinum hevði eina framúr bjarging í 65. minutti.

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

[object Object]
Tað vóru frustrerandi løtur hjá víkingunum...(Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Men tað eydnaðist endliga í 89. minutti (Myndir: Sverri Egholm)

[object Object]
Víkinga-fagnaður aftaná síðsta bríksl (Myndir: Sverri Egholm)

Vælskipaða og hartarbeiðandi ÍF-liðið megnaði tó ikki at halda allan vegin. Í 89 minutti sendi Olaf horna væl inn úr vinstru, nærdystir var mitt fyri um bóltin, og við aftaru stong var Geza David Turi púra leysur. Hann setti pannuna á bóltin, og so var fagnaður í sunnaru hálvu. Geza hevur víst seg heilt væl fram við serliga sínum dygdum á bóltinum, síðani hann av álvara kom við í Betrideildina, men hetta var fyrsta málið hjá 21-ára gamla “ungarska gøtumanninum”. Hann nærkast 90 dystum fyri besta liðið hjá barndómsfelagnum og bíðar framvegis eftir føroyska passinum.

ÍF royndi at svara aftur, og í yvirtíðini vóru tvær spentar støður, men Bárður á Reynatrøð helt skotroynd frá gøtumanninum Elias Lervig, og í síðstu atgerðini í dystinum kastaði Atli Gregersen seg fram og stútaði burtur. Týdningarmikil stig hjá Víkingi í oddastríðnum, men enn eitt heilstoypt ÍF avrik. Tvey mál eru farin inn hjá liðnum hjá Aleksandar Jovevic fyrstu tríggjar dystirnar – mikudagin vitjar EB/Streymur í Fløtugerði.

EB/Streymur fekk sum væntað trý stig móti TB, men tað var ikki uttan baks. Øll málini á Eiði komu í fyrra hálvleik: Heimaliðið legði seg á odda beinanvegin, men í 20. minutti javnaði Samudeen Musah. Stutt fyri steðgin skoraði Rani Hansen sítt fyrsta mál í Betrideildini. 22-ára gamli gøtumaðurin hevur seinastu árini spælt á næstbesta liðnum hjá Víkingi. Tað var 16-ára gamli eiðismaðurin Virgar Jónsson, ið legði væl innfyri úr vinstru, og Rani stútaði hart og gott í málið til 2-1. Liðið hjá Sigfríði Clementsen hevur nú seks stig. TB vísti seg væl betri fram enn í undanfarnu dystunum, men tað rakk ikki til stig.

[object Object]
Blaðungi Virgar Jónsson átti innleggið....(Savnsmynd: Sverri Egholm) 

[object Object]Og Rani Hansen stútaði sigursmálið inn (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Betrideildin 5. umfar (umfar nummar trý)

Leygardagin 8. apríl

B36 - B68 2-0 (1-0)
8' Bjarki Nielsen (Hannes Agnarsson) 1-0
76' Magnus Egilsson (Símun Sólheim) 2-0

Sí eisini: 
B36 basti B68
Myndir: B36 - B68

ÍF - Víkingur 0-1 (0-0)
89' Geza David Turi (Olaf Bárðarson) 0-1

EB/Streymur - TB 2-1 (2-1)
4' Mikkjal Hellisdal (Rógvi Egilstoft) 1-0
20' Samudeen Musah (Poul Ingason) 1-1
40' Rani Hansen (Virgar Jónsson) 2-1

17.00: 07 Vestur - KÍ (0-2)

18.00: HB - AB (2-0)

Støðan í Betrideildini 

1. KÍ 6 stig *
2. Víkingur 6 stig
3. HB 6 stig *
4. B36 6 stig  
5. EB/Streymur 6 stig 
6. 07 Vestur 4 stig *
7. ÍF 3 stig
8. B68 1 stig 
9. AB 0 stig *
10. TB 0 stig 

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder