Fótbóltur

Geza Turi spældi yvir hálvan tíma móti Premier League-liði

Steypaævintýrið hjá Grimsby endaði við stórtapi fyri Brentford. Landsliðsmiðvallarin kom inn, tá tað var 4-0.

Síðani bragdið móti Manchester United hevur Geza David Turi spælt ógvuliga lítið fyri Grimsby av ymiskum orsøkum (Mynd: gtfc.co.uk)

Síðani bragdið móti Manchester United hevur Geza David Turi spælt ógvuliga lítið fyri Grimsby av ymiskum orsøkum (Mynd: gtfc.co.uk)

2025-10-29 10:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðani bragdið móti Manchester United hevur Geza David Turi spælt ógvuliga lítið fyri Grimsby.

Tað er ein blanding av stíli, einum stórum hópi og landsliðsfótbólti. Geza var við landsliðnum í eina viku í september og aftur eina viku í oktober, og í hesum tíðarbilinum spældi Grimsby samanlagt fýra dystir - League Two hevur ikki landsliðssteðg, og hetta er eitt slag av meinboga hjá føroyska landsliðsmiðvallaranum.

Nú er 24-ára gamli gøtumaðurin aftur í hópinum, og í gjárkvøldið var stór uppgáva á skránni í Carabao Cup.

Tað eydnaðist ikki Grimsby at liva upp til skelkirnar, sum liðið skapti fyrr í minnu ensku steypakappingini - í Sheffield í síðsta umfari og serliga móti Manchester United.

Tað var 3-0 til Brentford í steðginum, og tað varð 4-0, áðrenn Geza Turi og aðrir komu inn í 57. minutti.

Tað endaði 0-5 á Blundell Park, og Brentford fer trygt víðari til fjórðingsfinalurnar í Carabao Cup. Tó var talan um virðismiklan stóran hálvan tíma hjá Geza.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder