Danmark setti í kvøld hol á verjuna av heimsmeistaraheitinum, ið liðið ógvuliga sannførandi vann á heimavølli í 2019. Tað var eisini sannførandi í kvøld. Bahrain var mótstøðuliðið, og hóast liðini seinastu fimm árini hava spælt tríggjar rímiliga tættar dystir - til HM í 2017 var munurin fýra mál - so var ongin ivi í kvøld. Danmark fór skjótt frá Bahrain, og talan gjørdist um avgreiðsluspurning.
Verjan hjá Danmark stóð væl, álopið hjá Bahrain manglaði hugflog, og í hinum endanum eydnaðist tað als ikki hjá liðnum úr Miðeystri at tálma góða spælinum hjá dønum, ið gjørdu heilt fá mistøk - serliga í 1. hálvleiki. Mikkel Hansen stjórnaði spælinum væl saman við Mads Mensah, og fekk sum vera man nøkur góð mál, men tað var 21-ára gamli Mathias Gidsel, ið skein bjartast. Vinstri bakkurin úr GOG skoraði tíggju mál uppá ellivu málroyndir. Eingin danskari hevur nakrantíð skorað so nógv mál í sínum fyrsta dysti í einum endaspæli. Við ferð, góðum fótarbeiði, klókum avgerðum og sera góðum skotum sló hann fast, at Danmark tykist at hava eina framtíðar stjørnu á vinstra bakki.
Nummar 33 gjørdi veruliga vart við seg fyri Danmark (Mynd: EPA)
Jóhan á Plógv loysti sína uppgávu væl, tá hann kom inn (Mynd: EPA)
Sum seinni hálvleikur leið fór góðskan í danska spælinum, og av dystinum sum heild, eitt sindur niður, og Nikolaj Jakobsen fekk allar leikararnar í gongd. Ein av teimum var Jóhan á Plógv Hansen, ið spældi tjúgu minuttir. 26-ára gamli vongurin skoraði uppá báðar sínar royndir. Eina har Gidsel snilt spældi afturum seg, og Jóhan leyp inn og skeyt knapt og væl. Hitt málið varð tað seinasta í dystinum. Kevin Møller kom inn í danska málið fyri Niklas Landin. Hann stóð væl, og eftir eina bjarging fann Barcelona-málverjin Jóhan, ið var púra fríur og skoraði trygt.
Danmark fekk staðfest ein koronatilburð í morgun. Talan var um GOG-vongin Emil Jakobsen, ið áður hevur havt smittuna. Allir leikararnir vórðu kannaðir aftur í dag - allar kanningarnar vóru negativar. Danmark spælir aftur sunnukvøldið móti Kongo, sum í dag spældi ein frálíkan 1. hálvleik móti Argentina í sínum fyrsta dysti yvirhøvur í einum HM-endaspæli. Grønhøvdaoyggjarnar (Kap Verde) fingu eisini eitt slag av heiðurligum tapi móti Ungarn í sínum elddópi. Liðið hevur eisini verið hart rakt av koronu seinastu vikuna.
Yvirlit yvir 1. umfar
Fríggjadagin 15.01
Bólkur A
Týskland - Uruguay 43-14 (16-4)
Ungarn - Grønhøvdaoyggjarnar 34-27 (19-14)
Bólkur B
Fríggjadagin 15.01
Spania - Brasil 29-29 (16-13)
Tunesia - Pólland 28-30 (17-17)
Bólkur C
Fríggjadagin 15.01
Katar - Angola 30-25 (14-13)
Kroatia - Japan 29-29 (14-17)
Les eisini: Spania og Kroatia fingu bert javnleik
Bólkur D
Fríggjadagin 15.01
Argentina - Kongo 28-22 (13-14)
Danmark - Bahrain 34-20 (19-10)
hósdagin 14.01
Bólkur E:
Eysturríki - Sveis 25-28 (13-13)
Noreg - Frakland 24-28 (13-13)
Bólkur F
Algeria - Marokko 24-23 (8-15)
Ísland - Portugal 25-23 (11-10)
Bólkur G
Egyptaland - Kili 35-29 (18-11) - Mikudagin 13.01
Svøríki - Norðurmakedónia 32-20 (16-11)
Bólkur H
Hvítarussland - Russland 32-32 (15-15)
Slovenia - Suðurkorea 51-29 (25-16)
Skráin í morgin - 16/1
14.30: Hvítarussland - Suðurkorea
17.00: Russland - Slovenia
17.00: Egyptaland - Norðurmakedóna
19.30: Kili - Svøríki
17.00: Marokko - Portugal
19.30: Algeria - Ísland
17.00: Eysturríki - Frakland
19.30: Sveis - Noreg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald