Seks av teimum sjey hvirlunum, sum hava klára oyggjaleikakravið, royndu seg á Tårnby Games farna vikuskiftið. Hetta er kapping, har støðið er rættuliga høgt, og veðrið betur enn tað plagar at vera á Tórsbreyt. Henda kapping er tí væleydna til at testa formin, áðrenn tær meir týdningarmiklu kappingarnar seinni í summar, skrivar heimasíðan hjá Hvirluni.
Soleiðis gekst teimum føroysku íðkarunum:
Spjótkast
Sunniva Bogadóttir (G18-19) og Elin Niclasen (G16-17) royndu seg í spjótkasti. Tær hava báðar klára oyggjaleikakravið í spjótkast, og var tað í hesi grein tær skuldu royna seg.
Sunniva megnaði at vinna kappingina við 35,66 metrum. Hon endaði 5 cm frammanfyri nr 2 og 41 cm frammanfyri nr 3. Longdin, sum Sunniva kastaði hevði givið henni bronsu heiðursmerki á oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017. Tíðanverri er spjótkast ikki við á oyggjaleikunum á Gibraltar.
Elin endaði eisini fremst í síni kapping. Við fyrsta kasti sínum kom hon útum 30 m strikuna. Tvær ferðir bøtti hon um hetta, og endaði við at kasta 31,86 m, sum rakk til eitt flott fyrsta pláss, heilar fimm metrar longri enn tann, sum kastaði næstlongst í kappingini.
100 metrar renning
Edna Maria Debes og Tórur Mortensen royndu seg á 100 m, og hóast bæði vanliga kappast í bólkinum 20-22, so kappaðust tey her móti teimum vaksnu.
Fyrst í eldin var Edna Maria. Hon er farin til Aarhus í lestrarørindum, og har venur hon við felagnum Aarhus 1900. Edna Maria rann tað skjótasta hon hevur runnið síðani 2014. Tíðin gjørdist 14,18 sek.
Tórur er í gongd við at venja uppaftur frá skaða, og tí var málið við Tårnby Games at testa hvussu langt hann er komin. Tórur vann sín riðil í tíðini 11,29 sek, sum bara er 0,02 sek frá føroyska metinum. Hetta var næstskjótasta tíð samanlagt, men Tórur valdi at geva avboð til finaluna fyri ikki at risikera nakað. Stórsta eydna var at hann onki føldi til skaðan, skrivar Hvirlan.
Hamarkast
Guðrið Káradóttir Petersen var fyrst í eldin annan dagin. Millum kvinnurnar vóru luttakarar úr Estlandi og Svøríki, ið áður høvdu roynt seg á junior og senior HM, so her var høvi at síggja kastarar, sum verðuliga duga sítt hondverk. Í triðja fekk hon góða ferð á, men hon misti sambandið við hamaran í triðja umgangi, og tí fekk hon ikki økt um ferðina á hamrinum í avleveringini. Hóast hetta lendi hamarin úti á 40,35 m, sum bara er lítil 1½ m frá hennara føroyska meti. Guðrið gjørdist nummar fýra í hørðu kappingini. Kasti hjá Guðrið hevði givið henni fjórða pláss, bara 0,73 cm frá silvurmerkinum á oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017. Tíðanverri er hamarkast ikki við á oyggjaleikunum á Gibraltar.
Kúlustoyt
Lýdia Poula Simonsen hevur etablera seg sum besti kúlustoytari í Føroyum við m.a. at taka føroyska metið innandura. Í dag slapp 17 ára gamla uttandurametið ikki at standa leingi afturat. Í fjórða umfarið bøtti hon enn einaferð um føroyska metið, soleiðis at tað nú er 11,15 m. Tað hevði rokkið til silvurmerkið á oyggjaleikunum á Gotlandi. Lýdia eigur nú bæði innan- og uttandura metini í kúlustoyt. Les meir um metið her.
Longdarlop
Edna Maria royndi seg síðan í longdarlop, har hon í vár kláraði oyggjaleikakravið. Edna Maria hevði tó tung bein frá 100 m fyrra dagin, og tískil fekk hon ikki atrenningina at sita. Tað longsta á degnum gjørdist 4,56 m.
300 metrar renning
Tórur Mortensen royndi seg á 300 metrar rening. Tíðin hjá Tórur gjørdist 36,14 sek. Sær út til at sprint úthaldni er á góðari leið. Tíðin er eisini næstan 2 sek skjótari enn skjótasta tíð, sum føroyingur hevur runnið áður. Les meir um royndina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald