Annað

Fyrsta kvinna at varpa kúluna út um 11 metrar

Lýdia tók 17 ára gamalt føroyskt met í kúlustoyti.

Mynd: Hvirlan

Mynd: Hvirlan

2019-05-07 10:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Lýdia Poula Simonsen úr Hvirluni tók um vikuskiftið 17 ára gamalt føroyskt met í kúlustoyti. Við sínum kasti á 11,14 metrar í aðru royndini gjørdist Lýdia fyrsta føroyska kvinnan at varpa kúluna longri enn 11 metrar, og í fjórðu royndini betraði hon um metið, tá hon varpaði kúluna 11,15 metrar.

Lýdia luttóku um vikuskiftið saman við øðrum føroyskum ítróttarfólki á Tårnby Games, har allar tær fremstu frá danska meistaraheitinum vóru við.

Lýdia Poula Simonsen hevur ein langan kaldan vetur á Tórsbreyt, vant miðvíst við at fáa rætta upp tað tekniska, meðan hon samstundis hevur bøtt um kropsligu førleikarnar. Tað gingið støðugt framá og um vikuskiftið gjørdi hon ikki mætari enn at taka 17 ára gamla føroyska metið í kúlustoyti.

Í fyrstu royndini sat albogin sum hann skuldi, men av tí at hon ikki fekk kontakt við vinstra, so bleiv stoyti “einans” 10,38 m. Í pausini millum fyrstu og aðru roynd, arbeiddi hon við at fáa lendingina betri, og í aðru royndini sat hon. Úrslitið gjørdist at hon gjørdist fyrsta føroyska kvinna, sum kom útum 11 m strikuna. Neyva longdin var 11,14 m. Í triðju royndini var tað albogin sum sakk, og ti gjørdist tað nakað styttri. Í fjórðu royndini bøtti hon enn einaferð um tað føroyska metið. Hesaferð til 11,15 m. Síðstu tvey sótu ikki heilt, og lógu tey bæði millum 10 og 11 m.

Um longdina kann sigast, at tað er 45 cm longri enn hennar egna persónliga met, 19 cm longri enn 17 ára gamla føroyska meti, og at longdin hevði givið silvurmerkið á Gotlandi í 2017, skrivar heimasíðan hjá Hvirluni.

Lýdia rakk triðja plássið á Tårnby Games við føroyska metinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder