Fótbóltur

Góða søgu móti Montenegro

B36 spældi seg í 2018 víðari í Europa League eftir 0-0 í Gundadali og sigur í Podgorica. Føroyska U21-landsliðið hevur tvær ferðir vunnið á heimavølli móti Montenegro. Nú skal HB royna at basa greitt besta liðnum í landinum og broyta uppá sína egnu evropeisku søgu.

2021-07-22 16:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Buducnost Podgorica vann síðsta kappingarár deildina í Montenegro við heili 28 stigum niður til Sutjeska á 2. plássi. Seinastu árini hevur felagið fingið nøkur góð úrslit í Evropa, men talan er ikki um heilt ræðandi mótsstøðu hjá HB. Seinastu átta vikurnar hevur liðið bert spælt tveir kappingardystir - báðar móti HJK Helsinki í Champions League, og teir endaðu við samanløgdum 7-1 tapi. 

Montenegro liggur í løtuni nummar 52 útav 55 londum, sum luttaka í evropeisku kappinginum hjá UEFA. Plássið er bygt á úrslitini seinastu fimm árini í kappingunum - Føroyar eru nummar 48. Uppgerðin í 2. umfari í UEFA Europa Conference League hevur nógv at siga fryi samlaða roknskapin komandi árini; tað vil siga, um Føroyar framahaldandi fara at hava fýra lið í evropeisku kappingum. Hetta hevur bolt.fo útgreinað á heimasíðu sínari.

Heimasíðan hevur tosað við Boris Dosljak um uppgerðirnar. 32-ára gamli leikari úr Montenegro, hevur í trý og eitt hálvt ár umboðað KÍ. Hann sigur við bolt.fo, at hann hellir eitt sindur til liðið úr heimlandinum, orsakað av at Buducnost hevur fleiri royndir í evropeisku kappingumum.

[object Object]
Boris Dosljak, her í dyst móti HB í 2019. Hann kom til føroyskan fótbólt úr Montenegro í 2018 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Magnus Holm Jacobsen í luftnærdysti við ein Titograd-leikara í Gundadali í 2018. B36 kom víðari (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Stefan Radosavljevic skoraði á heysti í fjør einasta málið í U21-landsdystinum mil

Tað er bert B36, ið hevur roynt seg móti montegrinskari mótstøðu í evropeiskari kapping. Tað var í 2018 móti OFK Titiograd, og hetta eydnaðist væl. Tað endaði við málleysum javnleiki í mjørkanum í Gundadali, og vikuna eftir eydnaðist liðnum hjá Jákupi á Borg at vinna í Podgoricia. Benjamin Heinesen skoraði til 1-1, og málið til 2-1 í 83. minutti, sum stongdi uppgerðina, er skrásett sum sjálvmál. OFK Titograd hevði nøkur góða ár í Evropa, men seinastu tvey árini hevur gingið heilt illa, og liðið flutti niður fyrr í ár.

Føroyska U21-landsliðið hevur tvær reisur tapt 3-0 í Montenegro men hevur vunnið tvær ferðir 1-0 á Svangaskarði. Í báðum førum hevur talan verið um HB-málskjúttar. Ári Mohr Jónsson skoraði í dystinum í 2014. Tá var vinstri bakkurin í Silkeborg, men hann hevur síðani spælt í barndómsfelagnum eitt tíðarskeið. Stefan Radosavljevic var framvegis B36-leikari, tá hann í oktober í fjør avgjørdi dystin fyri Føroyar.

Í kvøld umboðar tvøramaðurin við serbisku røtunum HB, ið tekur ímóti meistaraliðnum úr Montenegro. Útiliðið er ein lítli favorittur hjá veddingarfyritøkum, og HB hevur eisini havt ógvuliga trupult við evropesikum uppgávum. Fyri júst einum mánaða síðani vóru greipuvinnararnir slignir úr av meistarunum úr Andorra í undan-undanumfarinum í Champions League, og í fjør, mitt í einum glæsiligum kappingarári, tapti liðið fyri Glentoran, ið endaði nummar fimm í Norðurírlandi.

[object Object]
Kevin Schindler skal royna at føra HB víðari í Evropa (Mynd: Sverri Egholm)

HB hevur annars gjøgnum árini staðið fyri mongum góðum einstøkum úrslitum - serliga á heimavølli. Nevnast kunnu javnleikir móti Apoel Nicosia, FH, Malmö FF , HJK Helsinki og Grazer AK. Í 2010 kom sigur til høldar móti Salzburg úr Eysturríki, tá liðið vitjaði í Gundadali, í 1999 var finska Vaasa fyri 2-0 tapi fyri HB, og í 2004 endaði tað 3-0 til mest vinnandi felagið í Føroyum móti WIT Georgia.

Nú snýr tað seg um at seta tvey góð úrslit saman og at spæla seg víðari fyri bert aðru ferð í søgu felagsins - í 2014 eyndaðist tað við 6-3 sigri samanlagt á Lincolm Red Imps úr Gibraltar. Hetta verður fyrsta evropeiska uppgávan hjá 33-ára gamla Kevin Schindler sum høvuðsvenjara. HB verður Dan í Soylu fyri uttan í kvøld.

Vit verða til staðar og hava ymist tilfar úr Gundadali. Dysturin kann síggjast ókeypis á Rás1 hjá Televarpinum, og FM1 og KVF hava beinleiðis frásøgn. Fyrsta bríksl á nýggja graslíkinum á Ovara Vølli verður klokkan 19. 

Les eisini: - Vit skulu hava eitt úrslit við til Montenegro

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder