Fótbóltur

Grannastríð í Dortmund

Í 1992 forðaðu danir týskarunum at taka EM-gullið. Í kvøld skal Danmark royna at órógva summarveitsluna í Týsklandi.

Kasper Hjulmand í viðtalu við miðlar. Hann hevur áður verið venjari í Bundesliguni  - hjá Mainz. Danski venjarin metir, at Týskland er millum størstu EM-favrottarnar, men at Danmark kann sláa vertirnar út (Mynd: EPA)

Kasper Hjulmand í viðtalu við miðlar. Hann hevur áður verið venjari í Bundesliguni - hjá Mainz. Danski venjarin metir, at Týskland er millum størstu EM-favrottarnar, men at Danmark kann sláa vertirnar út (Mynd: EPA)

2024-06-29 13:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Danmark og Týskland hava søguliga bæði verið fíggindar og frændir. Nú er tað ta seinna, ið er galdandi. Í norðasta parti av Týsklandi búgva heilt nógvir danir, og í Suðurdanmark er í lítlum øki ein meiriluti við upprunatýskarum, har týskt eisini verður nýtt í stóran mun. Nógv samstarv er eisini um landamarkið.

Í kvøld spæla danir í Dortmund, sum ikki er heilt langt frá markinum. Dysturin á Signal Iduna Park hevur ein greiðari favoritt enn tann fyrsta áttandapartsfinalan (17.00: Sveis - Italia), men hann vekir stóran spenning í serliga norðara parti av Evropa.

Áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum
Í dag, leygardagin 29. juni
17.00: Sveis - Italia (DR1/DR TV) - Berlin 
20.00: Týskland - Danmark 
(TV2/TV2 Play) - Dortmund

Sí eisini: Nú snýr tað seg av álvara um at avrika á degnum

Eftir tveir hvílidagar byrjar tað nú aftur, og hjá vertunum snýr tað seg um at halda veitsluni koyrandi. Tað hevði verið ein stórur smeitur fyri týskarar, um lið teirra fór út longu nú. Danir hava heldur ikki víst ræðandi styrki, og fyrrverandi landsliðsliðskiparin Micheal Ballack heldur, at týskarar als ikki hava nakað at vera stúrnir fyri í dag.

Julian Nagelsmann og fleiri aðrir eru ikki heild samdir. Venjarin staðfesti á tíðindafundi í gjár, at liðið hjá Kasper Hjulmand hevur nógvar styrkir - bæði við og uttan bólt - og at tað er talan um eitt ógvuliga vælskipað lið. Hetta vístu danir millum annað móti Onglandi, og í Danmark tosa viðmerkjarar millum annað um, at Danmark seinastu árini hevur staðið seg heilt væl móti júst teimum stóru. Danir hava eisini góðar vónir.

[object Object]
Julian Nagelsmann gleðir seg til uppgerðina móti dønum men virðismetir grannarnar. Um tað gongur galið hjá Týsklandi, so verður tað seinasti dystur á yrkisleiðini hjá einum av stóru miðvallarunum Toni Kroos (Mynd: EPA)

Tað er heldur langt ímillum, at grannarnir hittast - serliga í endaspølum í nýggjari tíð. Seinast var í EM 2012, har Týskland sendi Danmark út úr bólkaspælinum við 2-1 sigri. Í 1986 og serliga í 1992 vunnu danir tó heilt minniligar sigrar á Týsklandi. HM-endaspælið í Meksiko í 1986 var tað fyrsta, sum Danmark luttók í, og at basa vesturtýskarunum var nakað serligt. Seks ár seinni komu danir við í síðstu løtu og tóku øll á bóli. Eisini í finaluni á Ullevi har John Faxe Jensen og Kim Vilfort skoraðu málini móti týskarunum.

32 ár eftir EM-gullið hjá Danmark er liðið hjá Kasper Hjulmand í áhugaverdari støðu í Dortmund. Liðið hevur ikki vunnið nakran dyst enn í endaspælinum men sníkti seg víðari og skal nú royna at sláa Týskland út. Í 2021 kom Danmark í hálvfinaluna, men tá vóru ikki slíkar forðingar sum Týskland, sum eftir trý vánalig endaspøl hevur nakað at prógva.

Sepp Piontek var venjari hjá Danmark í áttatiárunum. Týskarin heldur við Danmark í kvøld og hevur góðar vónir, staðfestir hann fyrii TV2.

Christian Eriksen vandi ikki í gjár vegna búkilsku men álopskenda stjørnan hjá Danmark spælir helst í kvøld. Miðvallarin Kasper Hjulmand, sum skoraði móti Onglandi hevur leikbann. Hjá Týsklandi hevur miðverjin Jonathan Tah ov nógv gul kort til at spæla. Størsti parturin av áskoðarunum eru heimaáskoðarar, men DBU upplýsir í dag, at beint undir 9.000 danir vantandi vera til brakið í Dortmund.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder