placeholder
Fótbóltur

Greiður City sigur á Emirates

Manchester City avgjørdi alt í fyrra hálvleiki í dystinum ímóti Arsenal.

Ein sera væl upplagdur Kevin De Bryune skoraði tvey og legði upp til eitt mál í dag. (Mynd EPA)

Ein sera væl upplagdur Kevin De Bryune skoraði tvey og legði upp til eitt mál í dag. (Mynd EPA)

2019-12-15 18:30 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tríggir dystir eru leiktir í Premier Leaegue í dag. Fyrr í dag vann Tottenham, meðan Manchesteru United setti stig til.

Manchester City skuldi royna at reisa seg eftir tapið í grannauppgerðini seinasta vikuskifti, tá teir vitjaðu Arsenal á Emirtes.

City byrjaði sera væl, og løgdu seg á odda longu í øðrum minutti tá Kevin De Bryune skoraði. Tá dysturin var eitt korter gamal økti Raheem Sterling til 2-0 til City. Fimm minuttir fyri steðgin var dysturin í roynd og veru avgjørdu, tá Kevin De Bryune enn einaferð skoraði. Í seinna hálvleiki kom einki mál, og harvið endaði dysturin 0-3 til Manchester City. Við sigrinum tekur City seg inná Leicester, ið setti stig til í gjár. Arsenal er í eini sera ringari gongdi í løtuni, liðið hevur bert vunnu ein av síðstu níggju Premier League dystinum.  

Í morgin er ein dystur á skránni í Premier League, tá Crystal Palace tekur ímóti Brighton.

17. umfar
14. desember

Liverpool - Watford 2-0 (1-0)
1-0 Mohammed Salah
2-0 Mohammed Salah

Les eisini: Salah sendi Liverpool 11 stig frammum Leicester

Burnley - Newcaslte 1-0 (1-0)
1-0 Chris Wood 

Chelsea - Bournemouth 0-1 (0-1)
0-1 Dan Gosling

Leicester - Norwich 1-1 (1-1)
0-1 Teemu Pukki
1-1 Sjálvmál 

Les meira: Leicester og Chelsea snávaðu á heimavølli

Sheffield United - Aston Villa 2-0 (2-0)
1-0 John Fleck 
2-0 John Fleck 


Southampton - West Ham 0-1(0-1)
0-1 Sebastien Haller

15. desember

Manchester United – Everton 1-1 (0-1)

0-1 sjálvmál
1-1 Mason Greenwood

Les eisiniManchester United setti aftur stig til á heimavølli

Wolves – Tottenham 1-2 (0-1)

0-1 Lucas Mooura
1-1 Adama Traore
1-2 Jan Vertonghen

Arsenal – Manchester City
0-1 Kevin De Bryune
0-2 Raheem Sterling
0-3 Kevin De Bryune

16. desember

Crystal Palace - Brighton


Støðan: 
1. Liverpool (49 stig)
2. Leicester (39 stig)
3. Manchester City (35 stig)
4. Chelsea (29 stig)
5. Tottenham (26 stig)
6. Manchester United (25 stig)  
7. Sheffield United (25 stig)
8. Wolves (24 stig)
9. Arsenal (22 stig)
10. Crystal Palace (22 stig)*
11. Newcastle (22 stig)
12. Burnley (21 stig)
13. Brighton (19 stig)*
14. Bournemouth (19 stig)
15. West Ham (19 stig)
16. Everton (17 stig)
17. Aston Villa (15 stig)
18. Southampton (15 stig)
19. Norwich (11 stig)
20. Watford (9 stig)

*Ein dyst færri

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder