Oyggjaleikir 2023

Gull í skjóting í dag

Per S. Hansen og Alex Johannesen vunnu í greinini Automatic Ball Trap.

(Mynd: Eysturskot)

(Mynd: Eysturskot)

2023-07-12 21:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyrsta føroyska gullheiðursmerkið kom á skjótivøllinum í dag, tá Alex Johannesen og Per S. Hansen vunnu liðkappingina í ATP, sum stendur fyri ‘Automatic Ball Trap’.

Føroyingarnir vunnu við 148 stigum tilsamans. Guernsey og Menorca fingu bæði 145 stig, men Guernsey vann silvurið og Menorca bronsuna.

Tað var eisini føroysk luttøka í greinini kallað english skeet. Jógvan Egholm og Herleif Hammer gjørdust nummar seks við 152 stigum.

Guernsey vann framman fyri Jersey og Ynys Mon.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder