Annað

Gull og bronsa á Tuff Nuff

David Kunoy tapti í sera hørðum dysti – Teitur Annand vann gullið uttan mótstøðumann í finaluni.

2024-04-15 15:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir av teimum royndastu boksarunum hjá Tórshavn Boksing, Teitur Annand Berg og David Kunoy vóru um vikuskiftið í Danmark fyri at boksa í serligu altjóða kappingini Tuff Nuff í Vordingborg.

Báðir boksararnir skuldu boksa tveir dystir í hesi kappingini, eisini um teir taptu sín fyrsta dyst. Tað er tað óvanliga við júst hesi kappingini.

Leygardagin fekk Teitur møguleika fyri at hevna ein ósigur í februar, tá hann tapti móti einum boksara hjá Team Bredal, Junus Pedersen.

Hesaferð gekk betur hjá Teiti – hann byrjaði eitt sindur fjálturstungin, men kom skjótt upp í tempo og fekk sett fleiri hørð sløg inn, seliga tey djúpu, gjøgnum allan dystin, og hetta gjørdi, at mótstøðumaðurin mátti niður í ferð.

Hetta gjørdi, at Teitur vann dystin greitt, og vann seg harvið til finaluna dagin eftir.

David Kunoy boksaði ímóti Matias Mehmet Buyudemir frá Amager Boxing Club, ABC, sum er greitt tann besti í sínum vektflokki í Danmark, og einans hevur tapt ein av sínum 24 dystum higartil.

Lagt varð upp til ein harðan dyst – helst tann harðasta dystin hjá Davidi higartil. Hann fór upp í ringin við góðum treysti, og var eitt sindur afturhaldandi at byrja við, men lat upp og restin av dystinum varð boksaður í einum øgiligum tempo.

Men David tapti hesa hávfinaluna, men hóast tað, varð hann róstur frá øllum síðum fyri innsatsin, eisini av mótstøðumanninum sjálvum, sum megnaði at fylgja við í høgu ferðini gjøgnum allan dystin.

Eftir hesar báðar dystirnar máttu báðir føroysku boksararnir í sveittatroyggjurnar og upp á kondisúkklurnar aftur fyri at koma niður á røttu vektina aftur tíðliga næsta morgun.

Sunnudagin skuldi Teitur møta einum svenskum mótstøðumanni í finaluni. Men okkurt gekk galið, og tað bar ikki til at finna ein mótstøðumann til Teit, sum sostatt ikki fekk nakran dyst, men gull um hálsin uttan at boksa.

David skuldi boksa bronsufinalu móti Ali Hussain frá Sydhavsøerne BK. Hetta gjørdist ein harður og javnur dystur, har báðir boksararnir vóru sinnar at berjast.

David hevði tó betri tak á mótstøðumanninum, og vann dystin, tó ikki við øllum dómaraatkvøðunum.

Eitt serligt við hesum dystinum, var, at í báðum hornunum høvdu venjararnir Meng til eftirnavn.

Morten Meng, boksivenjari, og pápi professionella boksaran Oliver Meng, stuðlaði og ráðgav boksaranum frá Sydhavsøerne, meðan systkinabarn hansara Martin stóð hinumegin og gav góð ráð til sín boksara, David Kunoy. Martin Meng er formaður og høvuðsvenjari í Tórshavn Boksing. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder