Fótbóltur

Gullbrandur og Poul úttiknir til landsliðið

Noah Mneney hevur givið avboð til dystirnar ímóti Kroatia og Kasakstan. Landsliðið fer av landinum mánamorgunin og steðgar ein dag í Keypmannahavn áðrenn farið verður til Kroatia.

Gullbrandur Øreagaard (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Gullbrandur Øreagaard (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-09 15:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Noah Mneney hevur givið avboð til dystirnar ímóti Kroatia og Kasakstan. Í hansara stað er Gullbrandur Øregaard úttikin, og harafturat er Poul Kallsberg eisini boðsendur til landsliðsuppgávurnar á Balkan í næstum.

Ein risastór HM uppgáva stendur fyri framman, tá A-landsliðið við monnum tíðliga mánamorgunin setir kós ímóti Kroatia, har Føroyar skulu spæla HM undankappingardyst móti kroatum og venjingardyst móti Kasakstan.

Men landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein verður noyddur at síggja burtur frá Noah Mneney úr HB. Í staðin er Gullbrandur Øregaard, ið spælir fyri Sandnes ULF í Noregi, úttikin, og harafturat er Poul Kallsberg úr Hillerød Fodbold í Danmark eisini boðsendur.

Fríggjakvøldið 14. novembur spæla Føroyar fyri møguleikanum at spæla seg í HM endaspælið, sum verður í USA, Kanada og Meksiko komandi ár. Men uppgávan er stór – risa stór. Tí umframt at fáa stig ímóti kroatum, skulu Føroyar eisini fáa hjálp frá Gibraltar, ið samstundis spælir á útivølli móti Kekkia.

Undan síðsta HM undankappingardystinum hjá føroyska manslandsliðnum á hesum sinni er Kroatia fremst í bólkinum við 16 stigum, Kekkia hevur 13 stig, og Føroyar eru nummar trý við 12 stigum. Montenegro hevur seks stig, og aftast í bólkinum er Gibraltar við ongum stigi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder