2025-11-07 10:03
Seinnapartin millum klokkan 14 og 16 verður gullradio á FM1. KÍ hevur havt eitt gylt kappingarár við fyrstu greipuni á manssíðuni síðan 1999.
Sum vant hevur FM1 gullradio og tað verður KÍ yvir tað heila. Fyrra tíman verða hæddarpunkt og seinnatíman vitja vit í Klaksvík, har prátað verður við spælarar, venjarar og fólk rundan um KÍ.
Pætur Nolsøe og Heri Simonsen leggja til rættis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald