 
                
                        
Liðið hjá Føroyum í Ísrael er sett, og tvær broytingar eru í mun til dystin fríggjakvøldið.
Tann eina er nátúrlig, við at Brandur Hendriksson kemur inn aftur á liðið eftir leikbann fyri Gunnar Vatnhamar, ið fekk leikbann orsakað av gulum korti í Parkini. Hon ger helst, at føroyska spælið verður nakað øðrvísi, tí talan er um eitt heilt annað slag av fótbóltsleikara.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/09/01/890x590/1630527472c0u5eayyfs.jpg)
Brandur Hendriksson (t.h) verður aftur at síggja á føroyska liðnum í kvøld - René Shaki Joensen (t.v) skal spæla í heimlandinum hjá pápa sínum (Mynd: Jens Kr. Vang)![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/11/12/890x590/16367596112v1gcv6d4b.jpg)
Gunnar Vatnhamar (næstuttast til høgru) er ikki tøkur til dystin í dag vegna leikbann. Stóribeiggi hansara, Jóan Símun Edmundsson og Odmar Færø byrja á somu plássum sum fríggjakvøldið (Mynd: Sverri Egholm)
Hin er, á sín hátt, meira merkisverd. Gunnar Nielsen hevur seinastu fimm dystirnar sitið á bonkinum, meðan Teitur Matras Gestsson hevur vart føroyska málið. Serliga fyrsta avrikið móti Danmark var frálíkt, og HB-málverjin lat fimm mál inn í fýra dystum á Tórsvølli í september og oktober, har hansara ígongdsetan við serliga longum og beinraknum útspørkum gjørdu mun fyri føroyska spælið. Teitur var partvís óheppin og partvíst ikki heilt á rætta staði í samband við donsku málini fríggjakvøldið, men um tað hevur nakað við hetta at gera, um tað er taktiskt, ella um tað er fyri at síggja Gunnar í dysti aftur, er óvist.
Jóan Símun Edmundsson er komin so mikið fyri seg eftir slagið í høvdið, ið hann fekk stutt fyri steðgin í Parkini, at hann toftamaðurin kann byrja inni. Tað gjørdi, at Klæmint Andrasson Olsen kom inn, og rituvíkingurin skoraði seint í dystinum. 31-ára gamli áleyparin verður helst eisini nýttur sum innskiftari hesuferð. Hildið verður fast í fimm-mansverju og júst somu leikarum.
Føroyska liðið móti Ísrael (5-4-1/3-4-3): Gunnar Nielsen - René Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen - Hallur Hansson (L), Brandur Hendriksson Olsen Jákup Biskopstø Andreasen, Sølvi Vatnhamar - Jóan Símun Edmundsson 
Bonkur: Teitur Matras Gestsson, Mattias Lamhauge, Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Jóannes Bjartalíð, Hannes Agnarsson, Klæmint Andrasson Olsen, Bjarni Petersen, Tróndur Jensen, Petur Knudsen, Heðin Hansen, Patrik Johannesen![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/11/12/890x590/1636759536iep3ibdawf.jpg)
Klæmint Andrasson Olsen hevur nú skorað níggju landsliðsmál fyri Føroyar - spurningurin er, um hann kemur inn og fær nummar tíggju í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/11/12/890x590/1636748190dvtdnriqb5.jpg)
Hørður Askham spældi heilt væl í føroysku miðverjuni fríggjakvøldið og byrjar aftur inni (Mynd: Sverri Egholm)
Dagført: 18.56
Sí eisini: 
Føroyskt stig kann geva peningin yvir seks ferðir aftur
- Skulu reisa okkum frá úrslitinum móti teimum í Føroyum
Fyri aðru ferð í Ísrael
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald