Fótbóltur

Gunnar til Íslands

- Tað er við blandaðum kenslum, at vit kunngerða at Gunnar Vatnhamar hevur gjørt eina 2 ára avtalu við Víking Reykjavík, sum spælir í bestu deildini í Íslandi.

- Vit eru sjálvandi sera stolt av, at enn ein av okkara uppældu leikarum verður seldur til útlandi at leika, men samstundis er tað ein stórur missur, at Gunnar nú ikki verður partur av hópinum hjá okkum framyvir (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-04 17:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað er við blandaðum kenslum, at vit kunngerða at Gunnar Vatnhamar hevur gjørt eina 2 ára avtalu við Víking Reykjavík, sum spælir í bestu deildini í Íslandi.

- Vit eru sjálvandi sera stolt av, at enn ein av okkara uppældu leikarum verður seldur til útlandi at leika, men samstundis er tað ein stórur missur, at Gunnar nú ikki verður partur av hópinum hjá okkum framyvir.

Skiftið fer fram beinavegin, og tí hevur Gunnar longu leikt sín síðsta dyst fyri okkum á hesum sinni. Velur Gunnar at flyta aftur til Føroyar einaferð í framtíðini, veit hann sjálvsagt, at dyrnar altíð standa opnar fyri honum í Sarpugerði.

Hjartaliga til lukku Gunnar! Vit eru stolt av tær, og ynskja tær góða eydnu í Íslandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder