Í gjár kom tað fram, at Gunnar Vatnhamar var ávegis til íslendskan fótbólt. Portalurin fekk tíðliga í gjárkvøldið váttað tað, sum in.fo róði framundir nakað áðrenn: At ein avtala millum íslendska og føroyska Víking so at siga var uppá pláss.
Fyri løtu síðani váttaði Víkingur Reykjavík á heimasíðu sínari, at ein keypsavtala er komin í lag:
- Víkingur hefur komist að samkomulagi við Víking í Götu um kaup á varnarmanninum Gunnari Vatnhamar. Gunnar er 28 ára gamall færeyskur landsliðsmaður sem hefur alla tíð leikið í Færeyjum með Víkingi í Götu.
Talan er um ein tvey-ára sáttmála. Felagið skrivar víðari, at Gunnar Vatnhamar hevur verið við til at vunnið føroysku steypakappingina fleiri ferðir, og at hann gjørdist føroyameistari við barndómsfelagnum í 2016 og 2017.
Gunnar Vatnhamar hevur seinastu árini verið lyklaleikari hjá Víkingi og hevur bitið seg fastan á A-landsliðnum - fyrst sum miðvallari og síðani sum miðverji
Víkingur Reykjavík skrivar eisini um nýggja keypið, at talan er um fastan føroyskan landsliðsspælara - Gunnar hevur spælt 29 A-landsdystir fyri Føroyar.
- Gunnar Vatnhamar er væntanlegur til landsins á næstu dögum og áætlar félagið að kynna hann formlega sem leikmann Víkings í lok vikunnar.
Tað vil siga, at Gunnar fer til Íslands ein av næstu døgunum, og eftir ætlan verður hann formliga Víkingur Reykjavík-spælari, áðrenn vikan er av. Íslendska flytingarvindeygað letur aftur leygarkvøldið á midnátt, og kappingin byrjar um páskirnar. Víkingur Reykjavík gjørdist íslendskur meistari í 2021 og endaði nummar tvey og vann steypakappingina í fjør.
Harvið hevur 28-ára gamli leirvíkingurin fyribils spælt sín seinasta dyst fyri banrdómsfelagið. Gunnar Vatnhamar hevur spælt beint yvir 260 fyri besta liðið hjá Víkingi og verður nummar 24 ein stórur saknur har. Fyrr í vetur hevur Víkingur selt landsliðsmiðvallaran Noah Mneney til norska Bryne.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald