Hondbóltur

H71 aftur í FM-finalunum - VÍF svaraði aftur í stórum stíli

Tað verður ein triðja hálvfinala millum vestmenningar og kollfirðingar. Hetta er ikki neyðugt hjá H71 og Kyndli - Torstein Sivertsen og hinir vunnu 30-26 í Hoyvík í kvøld.

Bogi Hansen varð toppskjútti í Hoyvík við átta málum - hann hevur leiklut sum høgri bakkur í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bogi Hansen varð toppskjútti í Hoyvík við átta málum - hann hevur leiklut sum høgri bakkur í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-04-14 20:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71 misti eina rúgvu av spælarum seinasta summar, men føroyameistararnir seinastu tvey árini eru nú eitt fet nærri at verja sítt heiti. H71 vann greitt á Hálsi í fyrstu hálvfinaluni, og eftir dystin í Hoyvík í kvøld er greitt, at neyðugt er ikki við einari triðju hálvfinalu millum H71 og Kyndil.

Tað leikaði javnt á leingi, men eftir eina løtu í 2. hálvleiki dróg heimaliðið frá. Álopspælið var effektivit, meðan Kyndil hinvegin brendi ill. Verjan og Torstein Sivertsen arbeiddu væl saman. Torstein stóð væl á Hálsi mikukvøldið, og í kvøld var tað uppaftur betri: Ungi málverjin hevði samanlagt 19 bjargingar og var harvið ikk iso lagt frá 50 prosententum.

Hetta var við at pilka sjálvsálitið frá teimum grønu. Kyndil kom niður á minus 1, tá tólv minuttir vóru eftir men ongantíð nærri sigrinum aftur. Nakrar umráðandi bjargingar afturat frá Torsteini og annað forðaði hesum. Tað endaði við fýra-máls sigri, og so kundu mælsku og ungu hoyvíkingarnir syngja "I Surrender". Kyndil hevur havt eitt væl betri kappingarár enn undanfarin á, men men var ov stuttir til finalupláss í báðum kappingum.

[object Object]
Sambært hagtølunum hjá Trok hevur 19-ára gamli Torstein Sivertsen havt 36 bjargingar í teimum báðum hálvfinalunum móti Kyndli. Ein ógvuliga stór orsøk til finaluplássið hjá H71 (Mynd: Jens Kr. Vang)

[object Object]Vestmenningar vóru flúgvandi í kvøld (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Í 2021 basti VÍF H71 í FM-finalunum. Tað er nú eitt sindur lagt upp til eina endurtøku av hesum finalunum. Vestemnningar taptu annars stórt í Kollafirði hóskvøldið, men í kvøld var vent í holuni: VÍF vann við heili 13 málum á KÍF og gott lag í Vestmanna.

Heimavøllurin er eitt, men avrikið hjá VÍF var bara væl betri hesaferð. KÍF hevði hesaferð trupulleikar av millum annað Mladen í málinum og gjørdi bert 8 mál fyri steðgin. Nógvir bjóðaðu seg til hjá VÍF, og dysturin gjørdist ongantíð veruliga spennandi.

Sálarligi fyrimunurin er nú hjá VÍF undan triðju og avgerandi FM-hálvfinaluni. Hon verður spæld í Vestmanna hóskvøldið 18.04.

Aðru FM hálvfinalurnar hjá monnum
Í dag, sunnudagin 14. apríl

VÍF (1) - KÍF (1) 30-17 (15-8)
Sí dómaraseðil og dystargongd her

H71 (2) - Kyndil (0) 30-26 (13-14)
Sí dómaraseðil og dystargongd her

Tað er fyrst upp í tveir sigrar (best av trimum). Harvið er H71 víðari til FM-finalurnar. Avgerandi dysturin millum VÍF og KÍF verður hóskvøldið 18.apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder