
Stutt áðrenn kappingarenda kungjørdi H71, at Simon Olsen skuldi venda aftur til felagið fyri at venja besta kvinnuliðið og hava ábyrgd av allari gentusíðuni hjá felagnum.
Danin var væl lýddur, tey trý árini hann var í Hoyvík, men eftir at hann og familjan fóru avstað aftur í 2023, komu tey væl uppá pláss aftur í Danmark.
Tað endaði við, at avtalan við H71 varð strikað av persónligum ávum. Simon, sum er hjálparvenjari á føroyska kvinnulandsliðnum, hevur fingið annað venjarastarv í Danmark afturat uppgávuni fyri HSF.
Simon Olsen er venjari hjá A-landsliðnum saman við Claus Mogensen (Mynd: Sverri Egholm)
Harvið hevur H71 seinastu tíðina leitað eftir venjara til besta kvinnuliðið og gentusíðina, og nú ljóðar, at hann er funnin.
Talan er eisini um ein dana í tretivuárinum, sum verður kunngjørdur heilt skjótt - helst í dag.
Sum skilst er talan um ein mann, sum hevur fitt av royndum í Danmark og eisini aðrastaðni frá. Hann skal taka yvir hjá kvinnunum í Hoyvík, sum vunnu FM í apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald