Hondbóltur

H71 hevur nú fyrimunin í finalunum

KÍF megnaði ikki at steðga Boga Hansen og hinum, og í 2. hálvleiki í Hoyvík skoraði útiliðið ikki nóg nógv mál. Tað endaði 31-28 í fyrstu finaluni.

Bogi Hansen í seinnu hálvfinaluni móti Kyndli. 21-ára gamli høgri bakkurin hjá H71 skoraði 13 mál í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bogi Hansen í seinnu hálvfinaluni móti Kyndli. 21-ára gamli høgri bakkurin hjá H71 skoraði 13 mál í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-21 20:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógvur larmur, nógvur spenningur og nógvur inntensitetur. Soleiðis skal tað vera til FM-finalur, og soleiðis var tað sanniliga í Hoyvík í kvøld. Kollfirðingar vitjaðu, og skuldu teir ríða á bylgini frá sigrunum á VÍF og Neistanum. Reyði Múrurin gjørdi sítt, og KÍF var væl við størsta partin av dystinum. Tað vóru tó ungu hoyvíkingarnir, ið drógu longra stráðið.

Í fyrra hálvleiki eydnaðist álopsparturin hjá gestunum væl. KÍF var uttan Hans Eli Sigurbjørnsson (til skips), men Fríði Weyhe og Rasmus Søby skoraðu fleiri langskot. Tað eydnaðist eisini væl hjá Bárði Dam - av høgra vongi, í yvirgongd og við brotskøstum, og Tóki Fríðriksson spældi væl á strikuni.

H71 rann aftaná so at siga allan 1. hálvleik, men kvika álopsspælið hjá heimaliðnum hekk eisini væl saman, og tað var 16-17 í steðginum. 

Bæði liðini høvdu helst hugt uppá verjupartin í steðginum, og tað gekk væl at rætta uppá ymiskt har, tí bæði liðini høvdu langar løtur uttan at skora fyrra helming av 2. hálvleiki. H71 fann tó betri rútmuna aftur, og helst gekk orkan hjá KÍF - spældu harðan dyst hóskvøldið og spældu heldur smalt - eitt sindur undan.

Greiði toppskjúttin í dystinum var Bogi Hansen, og tá hann skoraði trý mál á rað beint eftir miðjan 2. hálvleik, fór støðan frá 21-21 til 24-21. Høgri bakkurin skoraði heili 13 mál - hann var millum annað tryggur við brotskasti sjey ferðir. Ísak Vedelsbøl var eisini ringur at halda á strikuni: Hann skoraði sjey ferðir og vann eisini fleiri brotskøst.

KÍF fekk ongantíð H71 aftur, og tað rakti millum annað eisini, at Tóki Fríðriksson fekk sína triðju útvísing, tá seks minuttir vóru eftir. Tað endaði 31-28, og harvið skal KÍF vinna í Kollafirði mikukvøldið (19.30), um ikki H71 skal hava møguleikan at avgera tað á heimavølli leygarkvøldið 27. apríl.

Fyrsta FM-finalan í Burn-deildini
Í dag, sunnudagin 21.04, í Hoyvíkshøllini
H71 - KÍF 31-28 (16-17)

Toppskjúttar:
Bogi Hansen 13 mál, Ísak Vedelsbøl 7 mál og Sveinur Olafsson 6 mál
Fríði Weyhe 7 mál, Bárður Dam 6 mál

Til ber at síggja dómaraseðilin og dystargongdina her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder